Tann stóra íbúðarbyggingin undir Kongavarða á Argjum gongur sum ætlað.
Tað staðfestir byggiharrin, Valbjørn Dalsgarð.
Sostatt avsannar hann leysatíðindini um, at byggiætlanin, sum varð nevnd størsta íbúðarbygging í Føroyum nakrantíð, er amputerað niður í brotpart av tí, sum ætlanin var, tí at peningastovnarnir eru blivnir so trekir at veita lán.
- Tilsamans var ætlanin at byggja næstan 300 bústaðir undir Kongavarða, men nú vilja leysasøgur vera við, at tað verða ikki fleiri enn tær fyrstu 70-80 bústaðirnir bygdir, tí peningastovnarnir eru blivnir so trekir at fíggja bústaðarbygging hjá fólki.
Men tað er ikki rætt, staðfestir Valbjørn Dalsgarð.
- Eg kenni onki til, at tað er verri at fáa fígging nú, enn tað hevur verið, sigur Valbjørn Dalsgarð.
Men hann leggur afturat, at tað gongur sjón fyri søgn, at rentan er nógv uppfarin í seinastuni og ikki um at tala er oljan dýrkað og matvørur við, so tað er eyðsæð, at fólk hava ikki líka góð ráð at betala lán aftur nú, sum tey høvdu fyri tveimum, trimum árum síðani.
Sum eftir ánni
Men alt hetta sær ikki út til at nerva íbúðarbyggingina undir Kongavarða á Argjum, sum eftir ætlan verður skuldi vera í fimm byggistigum við tilsaman umleið 300 bústaðum.
- Vit byggja í fleiri stigum og vit taka eitt byggistig ísenn, sigur Valbjørn Dalsgarð.
Hann sigur, at eydnast at selja bústaðirnar so hvørt, verða øll fimm byggistigini gjøgnumførd í 2011 ella 2012, sum upprunaliga ætlað, men kemur stígur í, ber til at gevast eftir hvørt byggistig, men fyribils er onki, sum bendir á tað.
Fimta og seinasta byggistig er lagt av til almenn endamál, eitt nú hotel, skrivstovur ella ellisheim.
Fyrsta byggistig er komið undir land og fyri kortum vóru tey fyrstu raðhúsini reist.
Á jólum verður klárt at flyta inn í tey fyrstu 32 raðhúsini.
Eftir ólavsøku verður farið undir at reisa teir fyrstu fimm íbúðarblokkarnar við tilsamans 55 íbúðum og í mai mánaði næsta ár, verður klárt at flyta inn í tær íbúðirnar.
Sostatt umfatar hetta fyrsta byggistigið 87 bústaðir.
Valbjørn Dalsgarð sigur, at higartil hevur byggingin gingið sum eftir ánni og at tað er als onki yvirhøvur, sum bendir á, at tíðarætlan og prísir ikki fara at halda.
Hann sigur, at tað hevur gingið heilt væl at selja bústaðirnir í fyrsta byggistigi.
- Vit hava einar átta ella tíggju íbúðir eftir, men tær eru allar av teimum stóru íbúðunum upp á 131 fermetrar og sum kosta einar tvær milliónir hvør, sigur hann.
Hinvegin eru eini 10 raðhús av teimum stóru ikki seld enn.
Annars er alt selt.
Langur listi
Hann stúrir heldur ikki fyri, at tað fer at vera tórført at selja tær 68 íbúðirnar og 32 raðhúsini í øðrum byggistigi.
- Vit hava ein so langan lista við fólki, sum hava skrivað seg upp, at vit vænta, at tað fer at hepnast væl við søluni.
Í øðrum byggistigi vera 68 íbúðir úr 58 fermetrum upp í 96 fermetrar og 32 raðhús upp á 149 fermetrar.
Byggigølur ávirka
Men hann ásannar kortini, at allar byggigølurnar, sum hava verið í seinastuni í sambandi við íbúðarbyggingar, hevur komið slíkum byggjaríið í ringt orð og tað ávirkar eisini verkætlanina undir Kongavarða.
- Eftir upprunaligu ætlanini skuldu vit seta íbúðirnar og raðhúsini í øðrum byggistigi til sølu nú í summar, men av tí, at tað er blivið so stórt misálit á slíka íbúðarbygging, hava vit útsett tað.
- Vit vilja fyrst prógva, at tað vit hava lovað til prís, byggitíð og dygd, tað halda vit og tí fara vit ikki at selja bústaðirnir í øðrum byggistigi, fyrrenn fólk eru flutt inn í fyrsta byggistig og síggja við egnum eygum, at alt er, sum tað eigur.
Valbjørn Dalsgarð sigur eisini, at tað gongur væl at fáa arbeiðsfólk. Hinvegin koma seks handverkarar úr Rumenia og fýra handverkarar úr Póllandi til arbeiðis undir Kongavarða í næstum í sambandi við arbeiði hjá ymsum undirveitarum.










