n hevur lagt seg eftir bankakanningarúrslitið, hevur føroyski politikarin veruliga fingið nakað at stríðast um. Um føroysku flokkarnir ikki hava nóg sterkar leiðarar, ella hesir seta seg sjálvar fram um [...] nakað skal henda. Hetta tænir Danmørkini, men verður framhaldandi eitt stórt afturstig og vandamál fyri Føroyar. Eini ráð til leiðslurnar í føroysku politisku flokkunum eru tí, at tit fara til fundar saman [...] saman við embætismonnum tykkara, haldið fjølmiðlarnar burtur, semjist um eitt uppskot, sum er til bata fyri føroysku tjóðina, komið ikki út aftur fyrr enn tit eru samdir, og við hesi semju geva føroyingum aftur
harmiligt, men ikki bert tað. Hetta kundi eisini verið til óbótaligan skaða fyri vælferðarskipanina í Føroyum. Ikki fyri tað. Fyri fólk í føstum starvi og tey, sum eiga pening í bankanum hevði borið til [...] ðin, men fyri fiskimannin og fólkið á flakavirkjunum var støðan syndarlig. Loysing sum valagn Orsøkin til at Vagn Wåhlin gevur seg til kennis við sínum sjónarmiðum, er grundað á útlitini fyri at ríkis [...] givið dønum skyldina fyri allar landsins ólukkur? Eg vil siga at føroyingar hava verið ov nalvaskoðandi, og tað er fyri sovítt lætt at skilja, men er kortini ikki gagnligt fyri ein langsiktaðan politikk
við lógini. Her er talan um fólk, sum eru eldhuga fyri at fáa ein so góðan skúla sum gjørligt fyri okkara børn og okkara ungdóm, men her varð talað fyri deyvum oyrum. 9 ára skúlaskylda Í tinginum gjørdi [...] kom at verða fyri kommunurnar, tá ið lógin varð sett í gildi. Nei, einki av hesum skuldi gerast. Tað, sum ráddi um, var at samtykkja lógaruppskotið so skjótt sum gjørligt, eingin áhugi var fyri at kanna nakað [...] Einki er higartil gjørt fyri nevndu næmingum. Nakað verður sagt um, at teir kunnu fara á háskúla í Havn ella á húsarhaldsskúlan í Klaksvík. Men tað gongur als ikki, tí lógin fyri nevndu skúlar sigur týðuliga
tá tað snýr seg um materiel, kundatænastu og fíggjarliga styrki, at taka upp avbjóðingarnar á øllum teim økjum, sum eru neyðug fyri at felagið kann røkka sínum endamálum. ? Ábyrgdin yvir fyri føroyingum [...] ? Tá eg fyri 10 árum síðani bjóðaði flogfarinum og manningini hjá Atlantic Airways vælkomnum, var tað tí vit kundu hátíðarhalda eina av størstu hendingum í samferðslusøgu føroyinga. ? Tá segði eg eisini [...] aftur her, og kunnu hátíðarhalda 10 ára stovningardagin hjá Atlantic Airways, og eg eri sera takksamur fyri at vera her í dag og ynskja leiðslu, manning og okkum øllum tillukku við degnum, segði Lasse Klein
ósemjuni flokkanna millum. Nyrup og aðrir professionellir politikarar hildu seg eisini vera komnar ávegis, men fingu so enn eitt skot fyri bógvin í einari avtalu sunnukvøld, sum ikki var galdandi mánakvøld. Slíkt [...] Javnaðarmenn høvdu boðað frá, at teir løgdu seg út í danskan politikk. Tey fyrstu skelkandi boðini fekk seinasti veljarin so at siga í afturpartin, tá hann knappliga var komin útaftur úr valhølinum. Tað [...] sunnukvøldið gjørdi tann næsta taktiska brølaran, tá ið hann við sínari atkvøðu gav lyfti um at blanda seg í danska formansvalið. Mong hildu, at hálsfevningin millum brøðraflokkarnar, Jóannes Eidesgaard og
eitt slag av viðger, kanst tú kallað tað. Í staðin fyri at gjalda fyri at ganga til psykolog og tosa um trupulleikarnar, so fái eg í dag pengar fyri tað sama. ? Og tað hevur ment meg persónliga, sigur [...] hendurnar eitt sindur, og tí er hann hepnari enn onnur, sum hava verið úti fyri líknandi vanlukkum, fleiri teirra fáa ikki rørt seg tað minsta pettið. Koyrdu um kapp Eitt kvøldið í 1982 fóru Jørgen Witt og [...] moralisera, so trekkja tey seg aftur beinanvegin. Mentur persónliga Jørgen Witt leggur dent á, at arbeiðið hansara sum trafikinformatørur hevur ment hann sum persón. ? Í staðin fyri at liggja heima og taka
fólk, sum fara út á skúlarnar at greiða frá, men vit hava brúk fyri fleiri, sigur Jón Kragesteen.. Hann heldur tað hava stóran týdning fyri frálæruna, at júst hesi fólkini út á skúlarnar. ? Tað er sera [...] sendir út á skúlar og aðrastaðni, har brúk er fyri teimum. ? Seinni er so ætlanin, at teir skulu fáa eitt skeið í fyrilestrarteknikki. Tað skeiðið snýr seg um bæði fyrireiking av einum fyrilestri og hvussu [...] at greiða frá, og tað er rætt at byggja víðari upp á teirra vitan. Tað er Ferðslutrygd, sum stendur fyri vitjanini hjá Jørgen Witt í Føroyum. Teir hittust fyrstu ferð í 1995, og síðan hevur Jón arbeitt við
nærhendis høvuðsstaðnum. Fagna uppskotinum Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt uppskotið, hevur spurt seg fyri hjá friðingarmyndugleikum og øðrum kønum fólkum, og allastaðni verður uppskotið væl móttikið. »Vit [...] ein lands-synning og síðani gera ein vinkul upp á 90 stig í beinan útsynning. Hetta opnar møguleika fyri, at Vestara vág eina ferð í framtíðini kann fyllast heilt upp, og so verður lagamanni at byggja nýtt [...] kirkjubømúrin. »Vit fáa ongatíð ov nógv av føðilandinum«, leggur hann treystliga afturat. Ljósari tíðir fyri framman »Tað hevur verið ótolandi trongligt hjá okkum her úti í Nesinum«, sigur ein av teimum nýggju
landgrunninum. Hann heldur annars, at nógv hevur verið gjørt fyri at fyribyrgja og verja seg móti møguligari dálking frá oljuleiðunum vestan fyri Hetland. Hann er ikki minst fegin um, at byggingin av einum [...] BP er operatørur fyri báðar hesar keldurnar, so verður tað Shell, sum verður operatørur fyri komandi oljuleiting á føroyskum øki í samstarvi við BP. Gordon Taylor, sum er leiðari fyri arbeiðsbólkinum, [...] vestan fyri Hetland. Boraðir vórðu næstan 150 brunnar, áðrenn oljan sprændi úr undirgrundini. At so fáar lønandi oljuleiðir eru funnar vestan fyri Hetland sigur eisini so mikið, at ein má brynja seg út við
Eftir at hava staðið fyri Landsskjalasavninum árini 1980-92 og aftur frá 1993, bleiv søgufrøðingurin Jóannes Dalsgaard stjóri fyri mentadeildini í nýskipaða Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Mikukvøldið [...] fyrisiting viðvíkur. Sum tingmaður fyri Javnaðarflokkin, var Jóannes Dalsgaard valdur limur í Norðurlandaráðið tingsetuna 1991-92 og frá ársbyrjan 1995 varð hann limur í stýrinum fyri Norðurlendska Mentanargrunnin [...] Mikukvøldið klokkan 19.30 fer Jóannes á almennum fundi í Norðurlandahúsinum, sum Norrøna Felagið skipar fyri, at hugleiða um ein føroyskan mentapolitikk. Jóannes, sum hevur verið virkin í norrønum samstarvi