Javnaðarmenn høvdu boðað frá, at teir løgdu seg út í danskan politikk.
Tey fyrstu skelkandi boðini fekk seinasti veljarin so at siga í afturpartin, tá hann knappliga var komin útaftur úr valhølinum.
Tað hevur tí verið við ávísum spenningi, at bíðað hevur verið eftir frágreiðingini um politiska vavsturin hjá fólkatingsmanninum og formanni javnaðarfloksins. Hon kom í Sosialinum 31. mars.
Henni bleiv eingin klókari av.
Vit fáa ikki við einum orði at vita nakað um taktiska brølaran valkvøldið, tá Jóannes Eidesgaard bjargaði Føroyaóvininum Poul Nyrup Rasmussen valdinum aftur komandi 4 árini.
Vit fáa enn minni at vita um, hví fólkatingsmaðurin sunnukvøldið gjørdi tann næsta taktiska brølaran, tá ið hann við sínari atkvøðu gav lyfti um at blanda seg í danska formansvalið.
Mong hildu, at hálsfevningin millum brøðraflokkarnar, Jóannes Eidesgaard og Maritu Petersen okkara megin, og øll hini saman við pressuni hinumegin, fór at fáa skil á ósemjuni flokkanna millum. Nyrup og aðrir professionellir politikarar hildu seg eisini vera komnar ávegis, men fingu so enn eitt skot fyri bógvin í einari avtalu sunnukvøld, sum ikki var galdandi mánakvøld.
Slíkt gongur upp á stás í Føroyum, men sjálvandi ikki aðrastaðni. 100 tals politikarar vita sjálvandi hvørja støðu teir hava til avgerandi mál, og ikki ber til at siga eitt í dag og annað í morgin.
Tann skikkin ætlaði føroyingurin sær at hava við sær til Danmarkar, men tað gekk sjálvandi ikki.
Sjálvandi leggur ein snýttur mótpartur eitt øgiligt trýst á eftir tílíka viðferð, og gamalt er í politikki, at hann ið einaferð hevur snýtt teg, kanst tú ikki líta á aftur.
Næsti leikur javnaðarmanna í Føroyum verður at marknaðarføra Jóannes Eidesgaard sum løgmann. Tá sleppa danir av við hann sum fólkatingsmann, og vit føroyingar fáa hann í staðin sum løgmann.
Fyrsti leikur hjá komandi løgmanni verður at samráðast við henda sama Nyrup um týdningarmikil føroysk áhugamál. Henda sama Nyrup, sum hopileyst er at fáa nakran dialog við, tá ið føroyski javnaðarflokkurin situr hinumegin borðið
Føroyingar eiga ikki at avgera danskan politikk sigur Jóannes Eidesgaard í feitari yvirskrift. Er tað nakar, ið hevur roynt hetta og hevur brent fingrarnar, so er tað sami Jóannes Eidesgaard. Tað var jú presis tað, hann gjørdi, tá hann valkvøldið segði danska kongaríkinum, hvørja stjórn tað skuldi hava næstu fýra árini.
Danskir politikarar hava sagt frá, at teir hava lagt føroyska fólkatingsmannin Jóannes Eidesgaard á ís í allari framtíð.
Hann gera teir ikki fleiri avtalur við.