Tað tykist sum um politikarar okkara fullkomiliga hava mist tamarhaldið á álvarsligu viðurskiftunum í sambandi við partabrævahandilin viðvíkjandi Den Danske Bank og Føroya Banka, eftir at bankakanningarnevndin staðfesti óetisku og stundum óregluligu framferðina hjá donsku stjórnini.
Síðani gleðisrúsurin hevur lagt seg eftir bankakanningarúrslitið, hevur føroyski politikarin veruliga fingið nakað at stríðast um.
Um føroysku flokkarnir ikki hava nóg sterkar leiðarar, ella hesir seta seg sjálvar fram um tað, ið kemur Føroyum væl við, kann tykjast eitt sindur ivasamt.
Men ikki tekst burtur, at Føroyar eru í álvarsomum leiðslutrupulleikum.
Farið saman og finnið
eina felagsloysn uttan
um fjølmiðlarnar
Danski forsætis-, fíggjar- og búskaparmálaráðharrin hava sera lætt spæl í løtuni. Teir kunnu fegnast og bert ganga við einum lítlum og yvirberandi smíli, tí so leingi føroysku politikararnir keglast og hvørki vita út ella inn og í aðru syftu ikki kunnu semjast um nakað, hendir einki, og helst verður tað ov seint, tá ið nakað skal henda.
Hetta tænir Danmørkini, men verður framhaldandi eitt stórt afturstig og vandamál fyri Føroyar.
Eini ráð til leiðslurnar í føroysku politisku flokkunum eru tí, at tit fara til fundar saman við embætismonnum tykkara, haldið fjølmiðlarnar burtur, semjist um eitt uppskot, sum er til bata fyri føroysku tjóðina, komið ikki út aftur fyrr enn tit eru samdir, og við hesi semju geva føroyingum aftur sjálvsvirðing.
Føroyska fólkið, vinnulívið og mentanarlív líður undir hesum, og føroyska familjan kennir seg alt meira ótrygga.
Eitt er vist, forsætismálaráðharrin, ið ikki er føroyavinur, kann smílast og fegn-ast, meðan føroyskir politikarar keglast.
Jógvan við Keldu