Ruðuleiki á skúlaøkinum

Skúlalógin, ið varð

avgreidd í skundi

Tá ið uppskotið um nýggja fólkaskúlalóg varð viðgjørt á tingi, gjørdi Tjóðveldisflokkurin vart við, at alt ov stutt tíð var nýtt til at viðgera eitt so stórt og týðandi mál. Vit vístu á, at nýggja lógin fór at hava munandi størri útreiðslur við sær, enn tað, ið landsstýrið metti. Vit vístu á tað, ið Føroya Kommunufelag og Tórshavnar Býráð bóru fram í skrivi um ein øktan kostnaða, ið als ikki var lýstur av landsstýrinum, og vit vístu á tað, ið Føroya Lærarafelag og Tórshavnar Skúlaráð bóru fram um uppskotið. Somuleiðis varð víst á tað, ið aðrar skúlanevndir hildu um uppskot landsstýrisins.

Vit vístu á, at tað var alneyðugt at skipa fyri eftirútbúgving av lærararum, skuldi teimum nýggju lærugreinunum verða lív lagað.

Men einki hjálpti, tað var sum at sletta vatn á gás.

Meirilutin í løgtingsins mentanarnevnd framdi nakrar broytingar afturat, ið gjørdu uppskot landsstýrisins munandi verri, m.a. at kommunurnar skuldi hava umboð í skúlastýrunum, ið førdi við sær, at kommunurnar komu at hava veruliga valdið í skúlastýrunum eisini.

Tó rætt skal verða rætt, meirilutin var tó so frægur, at hann mælti til at útseta ígildiskomanina av lógini við einum ári, tí hann dugdi at síggja, at tað hevð skapt uppaftur størri ruðuleika í skúlaverkinum, um áseting landsstýrisins varð fylgd.


Lærarar á skúlabonk

Í hesum døgum fáa lærarar vegleiðing um ta nýggju fólkaskúlalógina, ið teir skulu arbeiða undir í komandi skúlaári.

Undirritaði hevur luttikið á hesm fundum, ið hava verið væl fyriskipaðir. Men tað, sum harmar meg, er, at tær atfinningar, sum vit høvdu at uppskoti landsstýrisins, vóru rættar ? tíverri.

Tá ið farið verður í skúla eftir summarfrítíðina, verður arbeitt eftir teirri nýggju lógini. Tað krevur m.a. eina meirijáttan bæði frá løgtinginum og frá kommununum.

Fíggjarlóg kommununar kom í gildi 1. januar 1998, men hjá teimum nógvu kommununum er ikki eitt oyra sett av til at lúka krøvini, sum nýggja lógin ásetir. Hetta kann bera tað í sær, at mangir lærarar fara at bera seg undan at undirvísa í teimum nýggju lærugreinunum, m.a. tí teir onga eftirútbúgving hava fingið, og at eingin játtan verður latin til lærugreinina. Teir, ið átaka sær uppgávuna, mugu tí royna sum frægast. Hetta kann bera í sær, at virðingin og áhugin fyri teimum nýggju lærugreinunum minkar, lærugreinir, ið skuldu verið sera spennandi og áhugaverdar, um rætt varð atborið.

Heldur enn at sett lógina í gildi í 1998, skuldu vit útsett ígildiskomanina til ár 2000, og so nýtt hesi tvey árini at gjørt fyrireikingararbeiðið í. Skúla- og mentanardeild landsstýrisins skuldi, umframt at givið lærarum upplýsing um lógina, eisini vent sær til teir kommunalu myndugleikarnar í Føroyum ? kommunur og skúlanevndir ? og kunnað tey um nýggju skúlalógina, og hvør kostnaðurin kom at verða fyri kommunurnar, tá ið lógin varð sett í gildi.

Nei, einki av hesum skuldi gerast. Tað, sum ráddi um, var at samtykkja lógaruppskotið so skjótt sum gjørligt, eingin áhugi var fyri at kanna nakað sum helst.

Ikki veit eg um nakað uppskot á tingi, ið hevur fingið slíka vánaliga viðgerð. Føroya Lærarafelag var ímóti at seta lógina í gildi í slíkum skundi, skúlamyndugleikarnir í Havn somuleiðis, og aðrar skúlanevndir kring landið víst á veikleikar við lógini. Her er talan um fólk, sum eru eldhuga fyri at fáa ein so góðan skúla sum gjørligt fyri okkara børn og okkara ungdóm, men her varð talað fyri deyvum oyrum.


9 ára skúlaskylda

Í tinginum gjørdi eg vart við, at tað var óheppið at leingja tvungnu skúlatíðina úr sjey árum upp í 9 ár, um vit ikki høvdu nakað at bjóða teimum næmingum, ið vóru skúlatroyttir eftir at hava gingið sjey ár í skúla. Onkur gjørdi gjøldur burtur úr hesum, men tíverri fekk eg eisini rætt her. Einki er higartil gjørt fyri nevndu næmingum.

Nakað verður sagt um, at teir kunnu fara á háskúla í Havn ella á húsarhaldsskúlan í Klaksvík. Men tað gongur als ikki, tí lógin fyri nevndu skúlar sigur týðuliga og greitt, hvørjir næmingar sleppa inn á hesar skúlar, og sambært hana sleppa næmingar úr 7. flokki als ikki inn ánevndu skúlar. Skulu teir tað, mugu lógirnar fyri áðurnevndu skúlar broytast. Og spurningurin er síðani, um tað er heppið fyri hesar skúlar. Og mær er upplýst, at einki samband hevur verið við nevndu skúlar.

Val er útskrivað, so eingin møguleiki er at fremja umrøddu broytingar, áðrenn skúlin byrjar eftir summarfrítíðina, um tað skuldi komið upp á tal.


Sum best ber til

Lærarar gera, hvat teir kunnu, fyri at nýggja skúlalógin kemur at virka so væl sum møguligt. Teirra partur liggur ikki eftir. Men hóast teirra góða vilja, so verður arbeiðið neyvan nóg gott, tí nýggju lærugreinirnar krevja nýggja, tíðarhóskandi útgerð, ið als ongin peningur er avsettur til. Ikki kunnu vit finnast at kommunum fyri tað, tí landsins skúlamyndugleiki hevur ikki greitt teimum frá avleiðingunum av nýggju lógini.

Lógin er lýst, so einki annað er at gera, enn at arbeiða eftir henni sjálvandi. Men tað verður mangastaðni arbeitt sum best ber til, og nýggju lærugreinirnar, ið skuldu verið sera spennandi bæði fyri næmingar og lærarar, verða við sviðið soð, og áhugin og virðingin fyri teimum fellur.

Nýggja fólkaskúlalógin er so at siga beinleiðis umsett úr donskum. Tað gingu umleið 10 ár frá tí álitið um nýggja fólkaskúlalóg kom fram í Danmark, til lógin varð sett í gildi. So at siga allir skúlamyndugleikar í Danmark fingu høvi at siga sína hugsan um uppskotið, ið síðani varð snikkað til, áðrenn tað var endaliga samtykt. Kommunalu skúlamyndugleikarnir eins og landsmyndugleikarnir gjørdu somuleiðis neyvar útrokningar um kostnaðin av nýggju lógini.

Nei, okkum nýtist ikki at gera tað »tað er ikki so farligt«, vit royna sum frægast, er hugburðurin hjá evsta skúlamyndugleika føroyinga. Slíkur hugburður eigur at verða steðgaður sum skjótast, tí hann fer at kosta okkum dýrt í seinna enda.


Signar á Brúnni