Nyrup eigur at seta seg inn í hugsunarháttin hjá føroyingum

­ Um Nyrup tosaði við vanlig fólk í Føroyum, og ikki bert lurtaði eftir búskaparfrøðingum, so hevði hann skilt hugsunarháttin hjá føroyingum. Tað hevði tí verið ein hjálp um forsætisráðharrin setti eina mentanar-politiska ráðgevandi nevnd, sum kundi veitt honum ráð og leiðbeing í føroyskum viðurskiftum, sigur Vagn Wåhlin

Hann er serfrøðingur í føroyskum viðurskiftum, og harnæst ógvuliga hugtikin av landinum, sum hann hevur granskað í nógv ár.

Í 1984 gjørdist Vagn Wåhlin dosentur á Center for Nordatlantiske Studier við Universitetið í Århus, og hevur í hesum sambandi fylt við gongdini í Føroyum seinastu árini.

Fyrst og fremst heldur Vagn Wåhlin tað vera burturvið og skaðiligt at gera valið til ein spurning um samband - loysing .

­ 600 ára samstarv er ikki rætta høvið at blaka fyri borð fyri eina bankagølu, heldur hann.

­ Skulu broytingar gerast í ríkisfelagsskapinum eigur tað at gerast í semju millum partarnar. Tað eigur eisini at vera gjørt eftir ávísari skipan og yvir eitt áramál, sigur Vagn Wåhlin.

Hann heldur tað vera skilabetri at kanna núgaldandi heimastýrislóg og gera broytingar í henni.


Til óbótaligan skaða

­ Um tað kom so langt, at føroyingar kravdu fullkomiliga loysing, hevði verið harmiligt, men ikki bert tað. Hetta kundi eisini verið til óbótaligan skaða fyri vælferðarskipanina í Føroyum.

­ Ikki fyri tað. Fyri fólk í føstum starvi og tey, sum eiga pening í bankanum hevði borið til at hóra undan slíkari umfevnandi broyting í samfelagnum. ­ Hugsa vit hinvegin um vanliga føroyingin, fiskimannin og tey sum arbeiða í fiskiídnaðinum, hevði tað verið eitt álvarsligt bakkast - og tað langt út í framtíðina.

Vagn Wåhlin heldur tað vera skilagott at gera broytingar í Heimastýrislógina. Skipanin hevur virkað væl, men er við tíðini vorðin ótíðarhóskandi. Tí kundi tað verið ein loysn at gera broytingar í lógini. Hann vil tó ráða føroyingum frá at avbyrgja seg fullkomiliga.

­ Hetta sigi eg út frá eini sosialpolitiskum sjónarmiði. Um ein føroyingur vinnur hálva mió. krónur árliga, so orkar hann saktast at missa 10 - 20 pst av inntøkuni, men fyri føroyingin, sum eru í óstøðugari vinnu ella hevur lítla ársinntøku, verður tað ikki lætt at yvirliva.

­ Hetta sóu vit eisini í kreppuárunum. Tey alment løntu,sum høvdu fasta løn, megnaðu lønarniðurskurðin, men fyri fiskimannin og fólkið á flakavirkjunum var støðan syndarlig.


Loysing sum valagn

Orsøkin til at Vagn Wåhlin gevur seg til kennis við sínum sjónarmiðum, er grundað á útlitini fyri at ríkisfelagsskapurin og sambandið millum Danmark og Føroyar verður brúkt í valstríðnum. Hann heldur tað verða skeivt at taka støðu til so álvarsligan spurning í einum valstríði.

­ Heldur tú at ein fólkaatkvøða hevði verið besta loysnin?

­ Skuldi tað komið til tað, at semja varð um at loysa - bæði í Danmark og í Føroyum, so vildu fólk tikið støðu á øðrvísi hátt, um talan var um fólkaatkvøðu, sigur Vagn Wåhlin.

Hann heldur, at tveir ymsir spurningar eru í hesum máli, ein er tann tjóðskaparligi og hin er tann sosialpolitiski spurningurin. Tað kann koma til samanstoytir millum hesar báðar spurningar, og kann skaða ómetaliga nógv, um ikki grundarlagið fyri broytingunum er í lagi.


Danir fyri og ímóti

­ Hvat heldur vanligi danin um blokkstuðulin til Føroya?

­ Danir hava goldið stuðul til Føroyar um skattin. Vanligi danin sigur, at hann ikki er áhugaður at lata stuðulin, um hesin ikki verður brúktur á skilabesta hátt.

­ Tá spurningurin hevur verið um at taka trygdarnetið undan føroyingum siga danir, at tað vilja teir ikki hava sitandi á sær.

­ Men tá føroyskir politikarar koma við ógvusligum útalilsum um hvussu vánliga viðferð teir hava fingið frá dønum, so fær tað vanliga fólkið at hugsa, at so mugu føroyingar sjálvir um tað, sigur Vagn Wåhlin.

Hann heldur, at um Nyrup bert hevði lurtað eftir tí, sum vanligi føroyingurin hevur at siga, og ikki bert eftir búskaparfrøðingum, so hevði myndin sæð øðrvísi út.


Nyrup skal skera 3. mia. kr. av skuldini

­ Hvørji ráð vildi tú givið Nyrup um føroysk viðurskifti?

- Eg haldi, at hann skuldi avgreitt bankamálið á ein skilagóðan hátt. Harnæst skuldi hann skorið tríggjar mia. krónur av skuldini, og síðani kundu føroyingar og danir sett seg niður at tosa um broytingar í ríkisfelagsskapinum.

­ Verður talan um fullkomiliga loysing, eru aðrir spurningar heftir at hesum máli.

­ Eitt nú hava føroyingar yvirtikið undirgrundina. Hetta er gjørt uttan at Danmark hevur ikki givið fullveldi ella suverænitetin frá sær.

­ Tað merkir, at um føroyingar vilja loysing og t.d. finna olju, so kunnu danir ikki krevja, at skuldin verður afturgoldin.

­ Um talan verður um loysing, so skal grundlógin broytast. Hesi viðurskifti mugu viðgerast undir einum, og tað kann bert gerast, um Grønland eisini verður tikið við í ætlanunum.

Føroyingar ov nalvaskoðandi

­ Hava føroyingar verið ov kvikir at givið dønum skyldina fyri allar landsins ólukkur?

­ Eg vil siga at føroyingar hava verið ov nalvaskoðandi, og tað er fyri sovítt lætt at skilja, men er kortini ikki gagnligt fyri ein langsiktaðan politikk, sum er neyðugur at føra.


Javnaðarflokkurin trygd fyri vælferðini

­ Hvat heldur tú um trupulleikarnar millum Javnaðarflokkin og brøðraflokkin í Danmark?

­ Um vit líta aftur um bak, so hevur føroyski Javnaðarflokkurin gjøgnum tvey ættarlið arbeitt saman við sosialdemokratiskum/radikalum stjórnum í Danmark. ­ Hetta samstarv hevur verið berandi megin í royndini at uppbyggja føroyska vælferðarsamfelagið.

­ Um nú flokkurin - grundað á ein sjónskan vilja um loysing í Føroyum - sleppur samstarvinum við gamla samgonguflokkin í Danmark, kutar hann samstundis samstarvið, sum var við til at tryggja sosiala vælferðarsamfelagið. Tað er eitt ov stórt stig at taka fyri at fáa sjálvstøðu.

­ Tá Nyrup Rasmussen og Lykketoft ikki kenna føroysk viðurskifti nóg væl, kann tað tí eisini tulkast sum at føroyski Javnaðarflokkurin hevur flutt seg ov langt burtur frá samstarvi við brøðraflokkin í Danmark. Hetta er sera vandamikið, um Javnaðarflokkurin vil standa sum trygd fyri sosialari vælferð í Føroyum.

­ Fyri at taka samanum, so haldi eg at føroyingar skulu taka fyrivarni í sosialu viðurskiftunum. Mín meting er, at føroyska vælferðarskipanin kann fara fyri bakka í einum valstríði um loysing, sigur Vagn Wåhlin.

Hann heldur, at ein stórur vansi í samstarvinum millum Føroyar og Danmark er, at eitt nú at Nyrup Rasmussen og Lykketoft ikki skilja føroysk viðurskifti, mentan og hugsunarhátt.


Teknokratarnir hava ráðgeving fyri neyðini

Hansara uppskot er, at forsætisráðharrin, sum hevur havt ráðgevandi nevndina í búskaparmálum at ráðgeva seg um føroysk búskaparmál, eisini setir á stovn eina ráðgevandi nevnd fyri mentan og politik.

­ Tað hevði verið gagnligt mótspæl hjá teknokratunum í forsætisráðnum - og embætismonnunum somuleiðis, sigur Vagn Wåhlin.