Oljuvinnan nú beint á gáttini

Tað varð í fjør, at oljuframleiðsla á fyrsta oljufeltinum vestan fyri Hetland fór í gongd. Nú um dagarnar vitjaði framleiðslustjórin fyri feltinum í Føroyum - saman við umboðum fyri BP og Shell.

Í sambandi við vitjanini hjá oljuútgerðarskipinum ?Grampian Frontier? í Havn nú um dagarnar var eisini komin nógv fólk úr Bretlandi. Her var bæði talan um teir, ið standa á odda fyri leitingini á Atlantsmótinum umframt framleiðslustjórin umborð á Petrojarl Foinaven, sum stendur fyri fyrstu og enn einastu oljuframleiðsluni á Foinaven-leiðina, skamt frá føroyska fiskimarkinum.

Less Thomson er sjálvur hetlendingur og sum oyggjabúgvi hevur hann tí eisini sertakar kenslur fyri føroyingum, nú tá talan er um eina oljuvinnu á hesum leiðum eisini.

-Tað er ótrúliga spennandi at vita sær, at oljuvinnan nú eisini hevur tikið seg upp á Atlantsmótinum. Foinaven er bert byrjanin. Schiehallionøkið verður tað næsta, og har verður skrúvað frá longu í summar sigur hann við Sosialin.

Less Thomson sær fegin, at føroyingar koma í gongd við eini oljuvinnu og heldur, at royndirnar hjá BP og Shell á djúpum vatni kunnu koma væl við í eini leiting og seinni eisini framleiðslu á føroyska landgrunninum.

Hann heldur annars, at nógv hevur verið gjørt fyri at fyribyrgja og verja seg móti møguligari dálking frá oljuleiðunum vestan fyri Hetland. Hann er ikki minst fegin um, at byggingin av einum heilt nýggjum og sera vælútgjørdum útgerðarskipi sum ?Grampian Frontier? fekk so góða undirtøku frá oljufeløgunum. Nettup hetta skipið er gjørt út til at kunna forða fyri dálking. Og nú Foinaven-leiðin er so nær føroyskum øki, kemur skipið eisini væl við í so máta.

Undir samkomu umborð á skipinum í Havn í farnu viku vístu tvey av umboðunum fyri oljusamtakið BP/Shell, Gordon Taylor frá Shell og Paul Dymond frá BP á, at feløgini leggja stóran dent á nýggju oljuleiðirnar á Atlantsmótinum, og her verður ikki minst hugsað um umhvørvið.

-Vónandi fáa føroyingar eina fatan av, hvussu stóran dent vit leggja á spurningin um trygd og umhvørvi, tá tit síggja hetta snotuliga skipið sigur Poul Dymond, stjóri í BP. Hann dylur ikki fyri, at Foinaven-oljufeltið er ein av gimsteinunum í krúnuni hjá hesum eina av heimsins størstu oljufeløgum. -Tá vit so koma til Schiehallionøkið, so er tað sjálv krúnan leggur hann skemtandi aftrat.

Hóast teir hava havt nógvar byrjunartrupulleikar við Foinaven-feltinum, so gongur har nú væl og teir fara í næstum at økja framleiðsluna munandi. Hon fer tá eisini at geva væl meira enn teir høvdu roknað við.

-Vit hava lært nógv av Foinavenútbyggingini, so hetta fer at koma okkum til góðar, nú vit í summar fara undir næstu framleiðsluna á Schiehallion-feltinum.

Meðan BP er operatørur fyri báðar hesar keldurnar, so verður tað Shell, sum verður operatørur fyri komandi oljuleiting á føroyskum øki í samstarvi við BP.

Gordon Taylor, sum er leiðari fyri arbeiðsbólkinum, sum hevur ábyrgd av Føroyaøkinum sigur, at tey bæði oljufeløgin fylgja neyvt gongdini í Føroyum og eru sinnað til at vera við í eini útbjóðing.

Uppá fyrispurning um teir fara at brúka somu tøkniligu loysnir á føroyskum øki sum hinumegin markið sigur hann, at tað sjálvandi veldst um, hvar og um olja verður funnin á føroyska landgrunninum. Verður talan um djúpt vant, so er sannlíkt, at tað verða framleiðsluskip, men hetta er tó ikki heilt vist. Aðrir møguleikar eru eisini til steðar.

Gordon Taylor vísir annars á, at støðan til slíkar spurningar liggur langt úti í framtíðini. -Vit hava sæð, hvussu nógv ár tað tók, áðrenn framleiðsla byrjaði vestan fyri Hetland. Boraðir vórðu næstan 150 brunnar, áðrenn oljan sprændi úr undirgrundini. At so fáar lønandi oljuleiðir eru funnar vestan fyri Hetland sigur eisini so mikið, at ein má brynja seg út við toli sigur Shell-stjórin.

Undir hátíðarhaldinum umborð á Grampian Frontier vóru eisini umboð fyri North Star Shipping, ið er partur av stóru Graig Group, ið eigur meira enn 30 útgerðarskip og annars hevur ein týðandi leiklut í oljuvirkseminum í Norðsjónum.

The grand old man í Graigsamtakinum, Donald Craig var eisini við í Føroyum. Hann handaði borgarstjóranum í Havn, Leivi Hansen gávu og minti føroyingar á, at tað ber til at fáa gott samstarv við oljufeløgini, um ein ynskir hetta. -Við mínum drúgvu royndum frá fiski- og oljuvinnuni fari eg at mæla føroysku fiskivinnuni til at fáa eitt gott samstarv við tey stóru oljufeløgini, sum ætlar sær at arbeiða á føroyskum øki. Eitt slíkt samstarv kann vera til stórt gagn fyri føroyska fiskivinnu og samfelagið sum heild segði hann við tey mongu innbodnu á samkomuni umborð á Grampian Frontier.