lanum og í Hoydølum eru vaksin upp við myndum hansara. Zacharias Heinesen gekk til handa í Kommunuskúlahøllini, tá ið Williami Heinesen og Janus Kamban gjørdu Sjúrðarkvæðamyndirnar har. Eins og Zacharias [...] hús, fjøll og sjógv. Hetta stílslagið kallast kubisma, og hjá Zachariasi Heinesen er kubisman sett saman við "pointelismu" – hetta at seta litirnar á løriftið í blettum. Tað sum hugtekur meg og fær hesar [...] Kongabrúnni, vóru flottar litfagrar myndir eftir Zacharias Heinesen. Myndirnar vóru vist gáva frá landsstýrinum, og tá ið løgmaður, sum tá var Chr. Djurhuus, sá tær fyrstu ferð, skal hann hava sagt, at
takla allar hesar trupulleikar? Hvussu ætlar man við minkaðum blokki og fallandi almennum inntøkum at uppihalda og betra tænastustøðið og almenna virksemið í einum komandi valskeiði? Tað nyttar nokk einki [...] fíggjarárunum 2004 og lutvíst 2005 við. Flokkarnir uttan fyri fráfarnu samgongu spæla tí við blindum makkara, meðan eitt nú Tjóðveldisflokkurin, sum hevur havt fíggjarmál, kennir støðuna út og inn. Tað einasta [...] einasta, ið tykist vist, er, at tann samgonga, sum tekur við eftir valið, noyðist at útvega meira pening ella hon má inn og skerja á fíggjarlógini. Hetta er ikki tað mest hugaliga byrjanarstøði í einum valstríði
Nýggju bátabrúgvarnar á Vágni eru longu væl dámdar og vitjaðar, áðrenn tær eru lidnar. Arbeiðið gongur framvegis skjótt og væl, og nýggjar broytingar síggjast í økinum nærum hvønn dag. Nú eru nógvir av [...] innast við land og teir smærru uttast. Tað verða tveir armar pr. bát – við teir minnu bátarnar er breytin millum bátarnar 40 cm, og millum teir størru 70 cm. Breytin er løgd við timbur, eins og allar brúgvarnar [...] útsíðuni, har bátarnir tá liggja út og inn. Við endapierin, sum er 9 x 6 m, er ætlanin at hava ymsar tænastuveitingar til bátarnar. Harumframt verða ruskíløt og úttøka til el og vatn eftir øllum brúgvunum. Tekningin
uttanfyri vøllin, og nú eisini á vøllinum. Seinast tá ið hann skeldaðist við liðfelagar í dystinum ímóti Sunderland, tá ið City fekk fríspark og Balotelli kravdi at sleppa at skjóta og at enda mátti trokast [...] Tað er alt annað enn vist, at Roberto Mancini aftur verður venjari hjá Manchester City næsta kappingarár Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá felagnum í seinastuni og eftir at hava ligið væl fyri í ensku [...] hjá steinríku eigarunum og í The Independent í dag vilja eigararnir ikki tryggja, at Mancini framvegis er venjari hjá felagnum næsta kappingarár. Annars skrivar blaðið, at Mancini og eigararnir hava altíð
ímillum Maskinmeistarafelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunuala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin. Samráðingarnar slitnaðu fyri jól og síðani hava Allan Skaalum og Niels Winther Poulsen átikið sær royndina [...] fýra stóru feløgini, Starvsmannafelagið, Lærarafelagið, Pedagogfelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag øðrumegin og og Fíggjarmálaráðið og Kommunuala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin, eru slitnaðar. Har skulu [...] um ein nýggjan sáttmála. Teir hava brúkt tíð upp á at tosa við partarnar og at gjøgnumganga krøv og ynskir hjá báðum pørtum og hetta vikuskiftið verður so farið undir sjálva semingsroyndina, sigur Allan
seg á odda, beinanvegin og hildu seg har frammi, hetta hóast teir brutu eina ár. Verri gekk hjá Argjabátinum at halda fast. Bæði Knørrur og Kvívíkingur sníktu seg inn ímillum og royndu at hótta miðvingar [...] ikki gera og tá bátarnir nærkaðust málinum var Miðvingur klárt á odda, Knørrur líka greitt nummar tvey. Millum Kvívíking og Argjabátin var púrt eingin munur. 1/10 partur av einum sekundi, og hann gjørdi [...] hann skeyt róðurin avaftur. Orsøkin var tann, at tveir bátar róðu saman. Um tað vóru Knørrur og Ørvur er ikki vist, men tað kann hugsast, tí hesir bátarnir fingu eisini hvør sítt gula kort leygardagin. Annars
mest spennandi og kostnaðarmiklu og harvið eisini mest váðiligu oljuboringini á føroyska landgrunninum nakrantíð, eru Statoil, Dong, Shell, Petro Canada, Amerada Hess, BG, Atlants Kolvetni og Anadarko. Feløgini [...] onnur oljusamtøk við Statoil og Amerada Hess sum fyristøðufeløg hava tveir brunnar eftir at bora frá 1. útbjóðing. Samráðst hevur verið um at leggja hesar báðar brunnarnar saman og bora ein brunn somuleiðis [...] samansjóva ynskini hjá ikki færri enn 8 oljufeløgum, og tí hevur drigið út við at fáa allar lutir uppá pláss. Sum skilst hava feløgini loksins loyst øll ivamálini og kemur henda avtalan helst endaliga uppá pláss
mest spennandi og kostnaðarmiklu og harvið eisini mest váðiligu oljuboringini á føroyska landgrunninum nakrantíð, eru Statoil, Dong, Shell, Petro Canada, Amerada Hess, BG, Atlants Kolvetni og Anadarko. Feløgini [...] onnur oljusamtøk við Statoil og Amerada Hess sum fyristøðufeløg hava tveir brunnar eftir at bora frá 1. útbjóðing. Samráðst hevur verið um at leggja hesar báðar brunnarnar saman og bora ein brunn somuleiðis [...] samansjóva ynskini hjá ikki færri enn 8 oljufeløgum, og tí hevur drigið út við at fáa allar lutir uppá pláss. Sum skilst hava feløgini loksins loyst øll ivamálini og kemur henda avtalan helst endaliga uppá pláss
Tað er týsdagur og í dag eiga Didde Jørgensen og Gunnvá Hansen tørn í spælistovuni. Saman við Jonnu Fjalsbak, sum er fast í spælistovuni, sita tey og hugna sær yvir ein kaffimunn og nýbakað fransktbreyð [...] Men tað er ikki bara hugni og friður, ið eyðkennir tær annars so róligu dagrøktarmammurnar. Tórshavnar Kommuna er í fullari ferð við at nøkta stovnstørvin í kommununi, og enn vita dagrøktarmammurnar hvørki [...] stór, so vit vita ongantíð, hvar vit standa. Og tað ger, at vit kenna okkum úttrýstar av kommununi, greiða tær frá. ? At ein ikki er tryggur er óbehagiligt, og tað, vit ynskja er ein klár útmelding frá býráðnum
spøkir ætlanin aftur hjá landsstýrinum um at privatisera. Og sum ikki einaferð eru tað bussarnir, ið standa fyri skoti, partvís at verða privatiseraðir og partvís rutur, ið geva ov lítið, skulu niðurleggjast [...] okkum, sum búgva í Sandoynni. Eitt er heilt vist, verður núverandi bussruta her hjá okkum niðurløgd, tað verður ein so stórur saknur, at tað verður ein skandala. Og tað verður tað sama, um hon verður skerd [...] minkað. Vit eru øll greið yvir, at tað ferðast ikki nógv fólk við bussinum, og at tað tíverri sita fólk innan fyri gardinurnar og læa so hjartaliga at bussunum, ið koyra tómir. Men hesi fólk hugsa ikki um