Bátabrúgvarnar í Klaksvík taka skap

Nýggju bátabrúgvarnar á Vágni eru longu væl dámdar og vitjaðar, áðrenn tær eru lidnar. Arbeiðið gongur framvegis skjótt og væl, og nýggjar broytingar síggjast í økinum nærum hvønn dag

Nýggju bátabrúgvarnar á Vágni eru longu væl dámdar og vitjaðar, áðrenn tær eru lidnar. Arbeiðið gongur framvegis skjótt og væl, og nýggjar broytingar síggjast í økinum nærum hvønn dag.

 

Nú eru nógvir av ørmunum millum bátarnar lagdir, har tað verður skipað soleiðis, at teir størru bátarnir liggja innast við land og teir smærru uttast. Tað verða tveir armar pr. bát – við teir minnu bátarnar er breytin millum bátarnar 40 cm, og millum teir størru 70 cm. Breytin er løgd við timbur, eins og allar brúgvarnar eru.

 

Í dag er meira fólk til arbeiðis, tí nú fara teir at seta gelendara ella girðing upp eftir miðjuni, og eisini verða fríhold sett upp. Samstundis verður hildið fram við at leggja fleiri armar út.

 

Við tær ytstu brúgvarnar, sum eru 66 m langar hvør, verða armar bert á innaru síðuni, tó kunnu bátar liggja eftir langs eftir útsíðuni, tí pullartar eru gjørdir til endamálið. Tvær brúgvar, sum eru 42 m langar og ein, sum er 60 m hava festi á land.

 

Tekningin sigur, at 42 bátar kunnu liggja við ytstu brúnna, umframt bátar á útsíðuni. Tær tríggjar brúgvarnar, sum hava festi inn á land, kunnu rúma 80 bátum. Afturat hesum kemur sunnasta brúgvin, sum verður liggjandi eins og nú, har 26 bátar liggja. Hetta leggur upp til, at pláss verður fyri eini 30 fleiri bátum við nýggju brúgvarnar í mun til tær gomlu.

 

Tó kunnu til størri bátavitjanir um summarið verða tøkir eini 120 m av bátaplássi á útsíðuni, har bátarnir tá liggja út og inn. Við endapierin, sum er 9 x 6 m, er ætlanin at hava ymsar tænastuveitingar til bátarnar. Harumframt verða ruskíløt og úttøka til el og vatn eftir øllum brúgvunum.

 

Tekningin skal tó takast við fyrivarni, tí armarnir kunnu eisini verða tillagaðir støddina á bátunum, so tað er ikki vist, at nevndu tøl halda neyvt, tá ið alt er lagt.

 

Nýggju bátabrúgvarnar verða eftir ætlan endaliga lidnar um nakrar vikur.