Um at privatisera

Nú spøkir ætlanin aftur hjá landsstýrinum um at privatisera.

 

Palli Dalsgaard



Nú spøkir ætlanin aftur hjá landsstýrinum um at privatisera. Og sum ikki einaferð eru tað bussarnir, ið standa fyri skoti, partvís at verða privatiseraðir og partvís rutur, ið geva ov lítið, skulu niðurleggjast.

Hvat, ið verður gjørt aðrastaðni í Føroyum, viðkomur ikki okkum, sum búgva í Sandoynni. Eitt er heilt vist, verður núverandi bussruta her hjá okkum niðurløgd, tað verður ein so stórur saknur, at tað verður ein skandala. Og tað verður tað sama, um hon verður skerd, minkað. Vit eru øll greið yvir, at tað ferðast ikki nógv fólk við bussinum, og at tað tíverri sita fólk innan fyri gardinurnar og læa so hjartaliga at bussunum, ið koyra tómir. Men hesi fólk hugsa ikki um, hvør nytta er í bussunum hjá teimum fólkum, sum hava brúk fyri teimum. Havi latið mær sagt, at síðan Teistin kom at sigla er flutningurin av bilum vaksin munandi og ferðafólkatalið í bussunum minkað tilsvarandi. Tað er væl skiljandi, men av teirri orsøki er ikki rætt at niðurleggja bussrutuna. Tað verður so dúgliga bæði tosað og skrivað um bygdamenning av øllum politiskum flokkum. Størsta bygdamenning, ið nakrantíð er farin fram í Føroyum, er Strandferðslan, og næst henni eru Bygdaleiðir. At hugsa sær til, at onnur henda menning skal hvørva, tí hon ikki ber seg, tá er ilt at skilja hvør meiningin er við bygdamenning. Heilt einki av ferðafólki er ikki í Sandoynni, tí tað kemur meira enn so fyri, at tríggir bussar eru á Skopunarkei at taka ímóti fólki, tí brúk er fyri teimum. Skúlabarnatalið í Meginskúlanum er í vøkstri, og allur tann aktivitetur har er eftir skúlatíð krevur nógvan og góðan flutning. Tað sigur seg sjálvt, at fara at minka um bussrutuna her hjá okkum, tað er óðamannaverk. Vit hava krav uppá, at okkara løgtingsmenn lata hoyra frá sær og ikki lata eitt so stórt og álvarsamt mál fara fram óátalað av teimum.