Tað er alt annað enn vist, at Roberto Mancini aftur verður venjari hjá Manchester City næsta kappingarár
Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá felagnum í seinastuni og eftir at hava ligið væl fyri í ensku kappingini í alt ár, er meistaraheitið nú við at gleppa teimum av hondum hesar síðstu dystirnar.
Hetta kemur illa við hjá steinríku eigarunum og í The Independent í dag vilja eigararnir ikki tryggja, at Mancini framvegis er venjari hjá felagnum næsta kappingarár.
Annars skrivar blaðið, at Mancini og eigararnir hava altíð sitið væl um sátt.
Men tað skerst ikki burtur, at tað er stór misnøgd í spælarahópinum hjá City og tað hevur Mancini ikki megnað at fáa bilbukt við.
Ikki minst eru eigarar og spælarar farnir at ivast í avgerðini hjá Mancini um, at Mario Balotelli skal spæla, sama, hvussu ólátaður hann er uttanfyri vøllin, og nú eisini á vøllinum. Seinast tá ið hann skeldaðist við liðfelagar í dystinum ímóti Sunderland, tá ið City fekk fríspark og Balotelli kravdi at sleppa at skjóta og at enda mátti trokast burtur frá bóltinum av liðfeløgum.
Teir, sum eiga City høvdu annars sett sær sum mál, at hetta skuldi vera árið, City bvann meistaraskapin og sostatt hava teir keypt spælarar fyri ørandi 2,4 milliardir fyri at røkka málinum.
Í summar verður aftur neyðugt at endurnýggja spælarahópin og eigararnir eru ikki vísir í, at Mancini er rætti maðurin at knýta ein spælarahóp saman, sum kann vinna ensa meistaraheitið.
Eitt nú væntar Independent, at City sleppur sær av við Balotelli og eisini Edin Dzeko, sum ikki hevur verið tann fongurin, teir væntaðu.
Tað er heldur ikki væntandi, at Carlos Tevez hevur eina framtíð í City.
Sjálvur hevur Mancini bara eitt ár eftir av sáttmálanum við City, so útreiðslurnar av at siga hann upp, verða avmarkaðar, skrivar The Independent.
Og blaðið skrivar, at venjarin, sum kann verða avloysarin er José Murinho, men eisini kendi niðurlendski venjarin, Guus Hiddink, hevur verið nevndur.










