Nú fáa vit at vita um tað verður verkfall ella ikki

Nú byrjar royndin at finna semju í sáttmálatrætuni ímillum Maskinmeistarafelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunuala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin.

Samráðingarnar slitnaðu fyri jól og síðani hava Allan Skaalum og Niels Winther Poulsen átikið sær royndina at fáa partarnar at semjast um ein nýggjan sáttmála.

Teir hava brúkt tíð upp á at tosa við partarnar og at gjøgnumganga krøv og ynskir hjá báðum pørtum og hetta vikuskiftið verður so farið undir sjálva semingsroyndina, sigur Allan Skaalum, semingmaður.

Hann væntar ikki, at nakað hendir teir fyrstu dagarnar.

- Vísir tað seg at tað gongur ill at semjast, hava semingsmenninir møguleika fyri at útseta eitt verkfall ella eitt verkbann í eina viku.

Men Allan Skaalum sigur, at kemur tað hartil, at tann møguleikin verður umhugsaður, skal tað vera eitt endamál við at útseta verkfall ella verkbann.

- Tað verður ikki gjørt uttan at vit meta, at eitt semingsumfar afturat kann enda við eini semju, leggur hann afturat.

Men, hvussu leingi tað fer at vara, er heilt ómøguligt at siga.

Men hetta er ikki einasti verkfalsvandin, sum lúrir, tí eisini samráðingarnar ímillum tey fýra stóru feløgini, Starvsmannafelagið, Lærarafelagið, Pedagogfelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag øðrumegin og og Fíggjarmálaráðið og Kommunuala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin, eru slitnaðar.

Har skulu semingsfólk eisini upp í at royna at fáa partarnar at semjast, men nær tann semingsroyndin verður, er ikki vist.

Partarnir eru samdir um eitt semingsfólk, men tey vilja ikki siga, hvør tað er. Hetta semingsfólkið skal so hava eitt semingsfólk afturat sær, men enn er ikki avgjørt, hvør tað verður.

Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum sigur, at teirra semingsroyndir byrja ikki fyrrenn tær fyrru semingsroyndirnar við maskinmeistarunum, eru lidnar.

Sostatt erú útlit til, at vandin fyri verkfalli ella verkbanni fer at hótta samfelagið í rúma tíð framyvir.

Tað er ósemja um lønarhækkingar, sum elvur til stríð ímillum partarnar. Fíggjarmálaráðið vil hava lønarsteðg og summar lønir enntá skulu lækka, men fakfeløgini vilja ikki hoyra um annað enn lønarhækking