Miðvingur vann og Argjabáturin tapti.
Tað má verða niðurstøðan eftir áttamannafarsróðruin leygardagin.
Undan tí róðrinum lá Argjabáturin fremst í stigatalvuni, men av tí at hann bert fekk eitt fjórðapláss í Sundalagnum, so misti hann eisini oddasessin í stigatalvuni til Miðving.
Tað máttu annars tveir startar til, fyri at fáa áttamannaførini á mál.
Dómarin hevði ikki meiri enn sent bátarnar avstað fyrru ferð, tá hann skeyt róðurin avaftur.
Orsøkin var tann, at tveir bátar róðu saman. Um tað vóru Knørrur og Ørvur er ikki vist, men tað kann hugsast, tí hesir bátarnir fingu eisini hvør sítt gula kort leygardagin.
Annars skikkaði róðurin seg so, at Miðvingur fekk ein sera góðan start. Teir løgdu seg á odda, beinanvegin og hildu seg har frammi, hetta hóast teir brutu eina ár.
Verri gekk hjá Argjabátinum at halda fast.
Bæði Knørrur og Kvívíkingur sníktu seg inn ímillum og royndu at hótta miðvingar. Hetta lat seg tó ikki gera og tá bátarnir nærkaðust málinum var Miðvingur klárt á odda, Knørrur líka greitt nummar tvey.
Millum Kvívíking og Argjabátin var púrt eingin munur. 1/10 partur av einum sekundi, og hann gjørdi at Argjabáturin, nú bert er nummar tvey á stigatalvuni.
Hvussu tað fer at verða næsta vikuskiftið, tá róð verður á Jóansøku er ikki gott at vita.
Skal Argjabáturin hava fatur á miðvingum aftur, so skal tað verða nú, áðrenn teir rýma undan.
Kvívíkingur og Knørrur, kunnu eisini gera um seg, men tað sær út til at teir mangla tað allarsíðsta til at gerast allarfremstir.
Støðan í FM-kappingini er nú tann, at Miðvingur hevur 16 stig og Argjabáturin 15 stig.
Knørrur hevur 13 stig og Kvívíkingur 11 stig.
So her er nokk so javnt hóast alt og spenningurin er varðveittur hjá áttamannaførunum.
Úrslitið leygardagin var annars:
1.Miðvingur7.36,22
2.Knørrur7.38,22
3.Kvívíkingur7.40,14
4.Argjabáturin
5.Ørvur
6.Sjóriddarin
7.Húsavíkingur
8.Gullbrandur
st









