Í spælistovuni á Kirkjuvegi 1 er friðarligt í morgun. Enn eru bara fá børn komin, tí tað er so tíðliga enn, so tær tríggjar vaksnu, sum eisini eru har, kunnu taka tað heilt róligt, tí enn er ikki tað stóra at gera.
Tað er týsdagur og í dag eiga Didde Jørgensen og Gunnvá Hansen tørn í spælistovuni. Saman við Jonnu Fjalsbak, sum er fast í spælistovuni, sita tey og hugna sær yvir ein kaffimunn og nýbakað fransktbreyð.
Men tað er ikki bara hugni og friður, ið eyðkennir tær annars so róligu dagrøktarmammurnar. Tórshavnar Kommuna er í fullari ferð við at nøkta stovnstørvin í kommununi, og enn vita dagrøktarmammurnar hvørki eitt ella annað um, hvat fer at henda við teimum í framtíðini.
? Útskiftingin av børnum er stór, so vit vita ongantíð, hvar vit standa. Og tað ger, at vit kenna okkum úttrýstar av kommununi, greiða tær frá.
? At ein ikki er tryggur er óbehagiligt, og tað, vit ynskja er ein klár útmelding frá býráðnum um, hvussu verður við dagrøktini í framtíðini.
Dámar væl
Sjálvt um støðan er keðilig, so eru tær báðar dagrøktarmammurnar ógvuliga glaðar fyri sítt arbeiði.
Báðar valdu at fara heim at arbeiða, og tær siga, at tað er als ikki vist, at tær høvdu tikið av, um býráðið bjóðaði teimum eitt arbeiði á einum stovni ístaðin fyri starvið sum dagrøktarmamma.
? Dagrøktin eigur at vera verandi. Men sum er júst nú, so ynskja vit bara eina útmelding, líkamikið, um hon er positiv ella negativ.
? Tað skapar ótrygd, at vit onki vita og at leiðslan onki veit. Vit hoyra bara í fjølmiðlunum, at fleiri og fleiri stovnar verða bygdir. Men vit fáa onki at vita.
Leiðarin hjá dagrøktini í Tórshavnar Kommunu kann onki siga um hetta málið.
? Broytingar á økinum eru á veg, men málið er ikki búgvið til, at eg kann úttala meg um tað, sigur Brynhild Mohr, og vísir til býráðið.