Hesi tiltøk gerast nú av ongum og tí er hol í posanum. Hartil hevur fíggjarmálaráðharrin givið almennar lønarhækkingar, uttan at tryggja almennu stovnunum tilsvarandi mótvirði í játtanunum. Her liggur ein tikkandi bumba til næsta fíggjarmálaráðharra at avmontera. Samgongan, sum nú er farin í søguna, er rýmd undan uppvaskinum, so hon ger ikki meira við hetta.
.
Hetta er ein torfør støða hjá andstøðuflokkunum, tí hetta kann bert merkja, at teir ikki kenna allar fíggjarligu fortreytirnar fyri fíggjarárunum 2004 og lutvíst 2005 við. Flokkarnir uttan fyri fráfarnu samgongu spæla tí við blindum makkara, meðan eitt nú Tjóðveldisflokkurin, sum hevur havt fíggjarmál, kennir støðuna út og inn. Tað einasta, ið tykist vist, er, at tann samgonga, sum tekur við eftir valið, noyðist at útvega meira pening ella hon má inn og skerja á fíggjarlógini. Hetta er ikki tað mest hugaliga byrjanarstøði í einum valstríði, og tað hevði sømt seg eitt nú fáfarandi fíggjarmálarráðharranum at lagt kortini á borðið, soleiðis, at allir partar vóru javnt stillaðir í valstríðnum.
Hvussu er og ikki við fíggjarstøðuni, so er andstøðan noydd til at leggja fram búskaparpolitisk og fíggjarpolitisk alternativ. Vit standa eygsýnliga við eini fíggjarlóg, sum um hon hevði verið samtykt, hevði endað við einum halli í 2004. Hetta er ein trupulleiki, sum fráfarandi samgonga hevur skapt, men sum ein komandi samgonga fer at arva. Oman á hesar fíggjarpolitisku trupulleikar koma vaksandi álvarsamir búskapartrupulleikar í alivinnu og rækjuvinnu. Hartil koma allir teir stóru og óloystu sosialu trupulleikarnir t.d. pensiónsmálið, har eingin loysn var at hóma, nú tað skrædnaði.
Hvussu ætlar andstøðan at takla allar hesar trupulleikar? Hvussu ætlar man við minkaðum blokki og fallandi almennum inntøkum at uppihalda og betra tænastustøðið og almenna virksemið í einum komandi valskeiði? Tað nyttar nokk einki at spyrja fráfarandi samgongu, tí hon letur sum longu nevnt uppvaskið standa, nú ballið er buðið. Tað verður tí spennandi at vita, hvørji boð andstøðuflokkarnir hava upp á fíggjar- og búskaparpolitikkin, ið skal rekast komandi árini.
Sosialurin










