bleivst eldri og orkaði ikki so væl. Tú hevur altíð snakkað opið um deyðan og eisini um Harran. Ofta hevur tú fortalt, at tú ynskti at fara friðaliga og bara sovna burtur úr hesi verð og soleiðis bleiv [...] mjødnina, komst tú teg væl og fór at ganga aftur beinanvegin. Læknin segði, at tú vart tvør og harðfør og soleiðis var eisini. Sjálvt um tú ikki altíð visti, hvat tú lá inni fyri og hví tú hevði so ilt, so [...] sindur, tí tú helt, at eg var ov ung. Tú gjørdist ússalig og hevði pínu í beininum, men tíðanbetur vardi tað ikki leingi. Eg og mamma komu at vitja teg á sjúkrahúsinum og læknin segði okkum, hvussu tú hevði
seyma út røsk og glað løtt sum ein fjøður vit sakna teg nógv eru so góðar við teg men enn ert tú hjá okkum vit bæði syngja, dansa, seyma og eru útistrok við og vit vita tú hevur tað gott, og uttan iva morar [...] floytan, útvarp og sjónvarp har frá haaaaaallloooooooo tað var ei óljóð, men góð ljóð inni hjá ommu Idu við babba oman til dunnurnar síðani bestu pannukakurnar, saltastu frikkadellurnar og søtastu bollarnir [...] kreativ og kvik oman í býin, út á kirkjugarð, norður til Vestmanna, út á hav heim til ketturnar eitt satt útistrok lívsorkuni bilaði onki við/uttan sigarettum, krabbameini, forstørrilsisglasi og hoyriapparati
sum gjørligt fyri tey, sum vit vóru um og teirra nærmastu. Við tær fór so nógv Finnur og vit eru sannførd um, at alt okkara arbeiðsøkið, sum eitur børn og ung, og sum tú brendi so nógv fyri, ongantíð hevði [...] brotasjógvar og við nærlagni og skilið tók hann fulla ábyrgd sum leiðari. Hann hevði tær dygdir, ið skulu til og sum krevjast av einum leiðara í nútíðarsamfelagnum. Greiður, framsíggjin og visionerur sum [...] til endurnýgging og hesum syrgdi Finnur skjótt fyri, tí eftir hansara fatan og júst í hansara anda, skuldu bú- og starvsfólk hava bestu umstøður at búleikast undir fyri at trívast og mennast. Við Finni
seksti- og sjeytiárini var hann reiðari og útgerðarmaður, samstundis sum hann byrjaði bókhaldsvirkið Føroyabók eins og handil við skrivstovuútgerð. Hann bar orð fyri at verða ein sera góður og reiðiligur [...] Sandavágs, Skopunar, Havnar og Skálafjørðin at vitja familju og vinir, og ikki minst ferðirnar yvir til Noregs at vitja Valborg, mostir okkara. Mamma gekk høgt uppí ættarbandið, og at næsta ættarliðið eisini [...] alfrøði tá um slekt ráddi, og var so trúgv ímóti skyldfólkum sínum og ófør at vitja tey. Annar táttur í teirra langa lívi var samveran við onnur. Mamma var sera opin og blíð kona, og kendi fólk flest. Hon hevði
verið. Tann fjórði var úr Miðvági og æt Jonleif. Eftir hann sótu kona og barn. Jú, havið hevur givið manga krónuna, og mangar lastirnar hava verið førdar til landið, og við hesum gulli hava vit bygt hetta [...] num farvæl, um teir fáa avslag um bláu bók, og eingin pensjón stendur og bíðar. Við hesum skipi, sum sigldi vestur gjøgnum Skopunarfjørð 26. mars í skýmingini og heils aði við floytuni sum vant, átti eg ein [...] var í vanda fyri at koma undir ein buss. Hann leyp til og bjargaði gentuni, men kom sjálvur undir bussin og doyði. Men aftur til prátið millum Sofus og meg. Tá vit komu í gongina í barnaheiminum, segði Sofus
bygd dró abba á ungum árum, og millum hesar nýggju býfelagar sínar treivst hann væl, bæði millum ung og gomul. Skemtingarsamur og orðkringur, men eisini álvarsamur, tá skil og umhugsni kravdust. Ein hvøkk [...] á Bakka og vit fóru av har. Men onkuntíð, tá bussurin ikki fór suðurum og vit fóru av á Gørðunum, so vóru vit vísir í, at abbi hevði eyguni eftir okkum, og so kom hann kvikliga eftir Sandinum og tók eina [...] sumri og heysti tók tú, abbi, okkum við á fjall. Lærdi okkum at klippa seyð og at fletta. Ja, í heila tikið allastaðni, har seyður var og tú varðaði av honum, hevði tú okkum við – á Homrunum og í Botni
heim til Harran sum tú trúði fult og fast á, og tú legði alt í hansara hendur. Nú er tú komin heim til tín og tíni. Eftir sita vit, maður, børn, verbørn, ommubørn og langommubørn við einum tómrúmi í d [...] kundi. Tá familian hevur mist, og stóð í neyð, tókst tú tær av børnunum, og hevur uppfostra tey sum tíni egnu í stytri ella longri tíð. At tú hevur havt tað bæði ringt og samstundis gott sást væl á tínum [...] at seta teg inn í støðuna og dugdi altíð at síggja tað positiva í øllum. Og tað var júst tað sum eyðkendi teg, lívsgleðin. Sjálv hevur tú verið sjúk stórsta partin av lívinum, og hevur yvirvunnið mangt,
fekk fyritøkuna at vaksa, og umhugsni fekk fyritøkuna at finna røttu javnvágina. Hjúnini løgdu væl eftir seg – bæði vinnuliga og sosialt – nú tey fóru um sýnina. Steintór og Gerda Fagradal, eru farin [...] Sandsbygd er tvey skilafólk fátækari. Steintór og Gerda vóru kend andlit í bygdarmyndini. Tey høvdu bæði dirvi og eginleikan, at byggja eina haldgóda fyritøku upp, og samstundis høvdu tey eitt stórt hjartað [...] millum fólk, og virðingin millum húskini, er bara vaksin gjøgnum árini. Minnuligu løturnar saman við teimum eru enn ritaðar í minnið. Mong skriva og tosa um at veita tænastur. Steintór og Gerda eru hugmyndir
so heim aftur, og tey bæði giftust. Tey fingu børnini Heðin í 1937, Sigrun í 1938, Elsubu í 1943 og Hjørdis í 1951. Fyri nøkrum árum síðani fluttu Sigrun og maðurin Dánjal inn til Petru, og hon hevur verið [...] fosturbeiggin Olivur. Systkini giftust øll við gøtufólki og búðu eisini í Gøtu, og Petra hevði tætt samband við tey øll. Nú eru bert Sofus, 92 ár og Esther, sum er 87 ár, eftir av hesum ættarliði. Petra var [...] bæði í samband við Gøtu og í Havn. Petra visti so ótrúliga væl, og hennara vitan var mangan hent, tá ið skrivast skuldi um søgulig viðurskifti. Men eisini bert at koma inn á gólvið og fáa eitt prát var sera
Norðurlond og umheimin. Og ikki minst at gera Norðurlandahúsið til meira enn ein stovn og eitt hús í Havn og geva íblástur til skapandi virksemi kring allar oyggjarnar. Peter setti veruliga ungdómin og rocktónleikin [...] útróðrar og hann lærdi seg føroyskt. Peter kendi seg sum føroying og við lív og sál tók hann lut í samfelagskjaki um politikk og framtíðina hjá hesum landi. Peter man helst eisini vera fyrsti maður, ið hevur [...] Helsinki. Tað gleddi Peter. Hann fekk skapt sambond millum finsku og føroysku mentanina við fleiri tiløkum og Peter gav eisini samum og samisku mentanini eitt forkunnugt innivist, tá hann skipaði fyri samiskari