Omma, tú vart altíð hugnalig at koma inn til. Eg minnist væl, tá vit komu inn úr Svínoy at ferðast. Vit komu inn og fóru beinanvegin at kanna húsini, um tey vóru líka, sum tey vóru síðst, tá ið vit vóru og vitjaðu. Tú sat altíð og fekk tær ein drekkamunn einsamøll við borðið. Sum oftast hevði tú eina breyðflís við súrróma og nógvum sukri afturvið, men eisini onkuntíð ein kjøtbita. Tað var so hugnaligt og luktaði altíð so væl at koma inn. Oftani møtti mann nýbakaðum breyðum, sum stóðu á garðinum og blivu avkøld, ella stóðu nýbakaðar smákøkur á borðinum.
Vit hava heilt víst havt nógvar góðar løtur saman, men síðani vit fluttu inn til tin hevur nógv verið øðrvísi. Tú bleivst eldri og orkaði ikki so væl.
Tú hevur altíð snakkað opið um deyðan og eisini um Harran. Ofta hevur tú fortalt, at tú
ynskti at fara friðaliga og bara sovna burtur úr hesi verð og soleiðis bleiv eisini. Tú slapp ikki at liggja leingi. Tá tú breyt mjødnina, komst tú teg væl og fór at ganga aftur beinanvegin. Læknin segði, at tú vart tvør og harðfør og soleiðis var eisini. Sjálvt um tú ikki altíð visti, hvat tú lá inni fyri og hví tú hevði so ilt, so legði tú teg ikki bara í eina song, men tú skuldi upp og tað skuldi verða nú.
Tú fekk ein blóðtøpp í beinið, sum gjørdi at tú ikki fekk gingið so væl.
Tú lást ikki so leingi á Røktarheiminum, at tú fekst tað við, at tú hevði fingið fast pláss har, men tá vit vóru og vitjaðu, royndi tú at spyrja um tíðindir norðanifrá. Tað er ikki altíð so nógv at frætta, men vit royndu at fortelja tær tað sum var, og at tú fórt at fáa 2 nýggj langommubørn í summar. Tað vart tú eisini glað fyri, sjálv um tú fýsti eitt sindur, tí tú helt, at eg var ov ung.
Tú gjørdist ússalig og hevði pínu í beininum, men tíðanbetur vardi tað ikki leingi. Eg og mamma komu at vitja teg á sjúkrahúsinum og læknin segði okkum, hvussu tú hevði tað. Vit hildu, at tú skuldi sleppa at hava tað hugnaligt og heimligt ta síðstu tíðina og tí fórt tú omanaftur til Niðristovu.
Tú slapp ikki at síggja tey nýggju langommubørnini, men nú ert tú komin heim til Jesus og har hevur tú sjálv 3 børn, sum tú ongantíð slapp at síggja vaksa upp, so eg dugi at ímynda mær, at tú og abbi ganga og spasera við børnunum ímillum tykkum. Tað er ein stór troyst fyri meg at vita, at tú nú ert komin samanaftur við teimum og at tit ongantíð fara at skiljast aftur.
Tá eg kom inn á kamarið hja tær tjúgunda apríl og mamma stóð við songina hjá tær, hugdi eg eftir tær. Eg sá, at tú andaði fyri síðstu ferð. Tú sá so friðfull út, og fyri mær sá tað út sum um, at tú sá øll tíni kæru standa og bíða eftir tær. Tá visti eg beinanvegin, at tað var ikki ein sorgarløta, men ein gleðiløta fyri teg at sleppa burtur.
Tú ert nú komin heim, og vit fara sjálvandi at leingjast. men vit vita, at vit øll koma at síggjast aftur.
Túsund takk fyri alt, sum tú vart fyri okkum, góða omma,
Jesuspápi verði hjá tær.
-------
Irena