Sjálvt um tað longu er gingið eitt sindur av tíð, síðan tú fórt, so er tað ikki heilt gingið upp fyri okkum øllum enn. Tað følist so óveruligt at tú ikki er til staðar. Nú vit koma til Eiðis, følist tað sum um tað manglar okkurt. Tann eina fasta rutan á vitjunartúrinum á Eiði er farin. Eiði dregur ikki eins nógv nú sum tað hevur gjørt.
Lívið hjá tær hevur ikki verið ein dansur á rósum. Tað byrjaði hart, tá pápi tí fórst á sjónum longu tá tú vart tvey ára gomul. Eftir sótu mamman og seks børn, tað yngsta hálvt ár. Mamman bleiv sjúk, og frá hjartagóðum fólki fingu tit hjálp so tit kláraðu tykkum. Henda tíðin hevur eisini sett síni spor í lívi tínum. Tú hevur heldur ikki ligið á lætu síðuni, men hevur hjálpt til allastaðni har tú kundi. Tá familian hevur mist, og stóð í neyð, tókst tú tær av børnunum, og hevur uppfostra tey sum tíni egnu í stytri ella longri tíð. At tú hevur havt tað bæði ringt og samstundis gott sást væl á tínum atburði. Tað var líka mikið hvussu illa stóð til, so dugdi tú at seta teg inn í støðuna og dugdi altíð at síggja tað positiva í øllum. Og tað var júst tað sum eyðkendi teg, lívsgleðin. Sjálv hevur tú verið sjúk stórsta partin av lívinum, og hevur yvirvunnið mangt, harímillum kreftina. Tað stendur okkum púra klárt, at tað er júst lívsgleðin sum helt lívið í tær. Men hesaferð var lívsgleðin ikki nokk. Vit frættu at tú vart farin suður á sjúkrahúsið, og at tað ikki stóð væl til, men fjáltur var ikki á okkum, tí tað hevur tú verið so ofta fyrr, og er komin aftur hvørja ferð. Hví skuldi tað farið at verið øðrvísi hesaferð? Men hesaferð vann deyðin, ikki á lívsgleðini, men á likaminum.
Nú tú ert farin, stendur tú eftir sum ein stórur minnisvarði í huga okkara. Tú er tann fulkomna fyrimyndin.
Tey vælkend oðrini ið siga, tað ræður um at doyggja ung men so seint sum møguligt, passar sera væl til tín og tít lindi. Tú hevur útlivað allar lívsins rollur fult út. Sum barn vart tú við til at vinna til lívsins uppihald, sum kona hevur tú vart um mann og heim og hevur sett fimm vælskapt børn í heimin. Sum mamma hevur tú uppalt børnin til tað tey eru í dag. Sum omma hevur tú altíð tikið væl í móti okkum. Vit hava altíð følt okkum sum heima og tú hevur givið okkum alt tað ið er at geva. Tú gjørdi ikki mun á okkum og teimum vit fylgdust við, men var ein omma fyri okkum øll. Sum langomma fekst tú ikki møguleikan at folda teg ordiliga út. Tíðin var ov stutt og avstandurin ov langur til tíðir.
Nú tú ert farin, ert tú komin heim til Harran sum tú trúði fult og fast á, og tú legði alt í hansara hendur. Nú er tú komin heim til tín og tíni.
Eftir sita vit, maður, børn, verbørn, ommubørn og langommubørn við einum tómrúmi í dagligdegnum, men við einum góðum minni um teg og tíðina tú hevði saman við okkum.
Takk fyri alt.
????????
Ommubørn










