Til minnis um Peter Turtschaninoff

Við stórari sorg frættu vit boðini um at Peter er farin. Í Barcelona í arbeiðsørindum endaði hann sítt virki her á fold, bert 52 ára gamalur. Hetta vóru ófrættaboð at fáa. Men at Peter var í toti við arbeiði og útbúgving, tá boð vóru eftir honum, var ikki óvæntað.

Við stórari sorg frættu vit boðini um at Peter er farin. Í Barcelona í arbeiðsørindum endaði hann sítt virki her á fold, bert 52 ára gamalur. Hetta vóru ófrættaboð at fáa. Men at Peter var í toti við arbeiði og útbúgving, tá boð vóru eftir honum, var ikki óvæntað.
Tí hesin stóri finnin. Hetta stóra menniskjað. Henda norðurlendska eldsálin var ein ígongdsetari og altíð á ferð móti onkrum nýggjum, hvar enn hann virkaði.
Ikki minst tey 5 árini hann var stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Hann hevði altíð stórar ætlanir og visjónir. Summar eydnaðust ikki. Men fleiri bóru frukt.
Peter Turtschaninoff megnaði at halda setningin hjá Norðurlandahúsinum. At draga norðurlendska og altjóða mentan til Føroya. At fáa føroyska mentan út í Norðurlond og umheimin. Og ikki minst at gera Norðurlandahúsið til meira enn ein stovn og eitt hús í Havn og geva íblástur til skapandi virksemi kring allar oyggjarnar.
Peter setti veruliga ungdómin og rocktónleikin høgt á føroyska mentanarpallin. Hann tók stig til sangleikin Skeyk. Og hann byrjaði Prix Føroyar - kappingina. Tiltøk, ið standa sum varðar eftir hann, men sum eisini fara at liva víðari og kasta av sær í ókomnum árum.
Í hinum borðinum á mentanarliga pallinum bílegði Peter fyrstu føroysku symfoniina og gav harvið møguleika til nakað heilt nýtt í føroyskari mentan og laðaði samstundis grundina undir, at Sunleif Rasmussen fekk tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins. Lagnan vildi tað eisini soleiðis, at Sunleif fekk virðislønina handaða í Finnlandi, tá Norðurlandaráðið hevði fimti ára hátíðarhald í Helsinki. Tað gleddi Peter.
Hann fekk skapt sambond millum finsku og føroysku mentanina við fleiri tiløkum og Peter gav eisini samum og samisku mentanini eitt forkunnugt innivist, tá hann skipaði fyri samiskari viku í Føroyum.
Okkurt, sum hann tók stig til, var rættiliga óvanligt og løgið - fyri ikki at siga heilt snedugt. Eg hugsi, at tað var í 1996, at hann skipaði fyri einum sonevndum "ljóðfestivali" í Norðurlandahúsinum. Har komu listafólk ymsastaðni í heiminum, sum arbeiða við ljóði sum listagrein. Ljóð av alskyns slagi fyltu Norðurlandahúsið hesar dagarnar. Eisini var ein djúpur tóni sendur yvir Havnina - av Skansanum og niðan í Norðurlandahúsið. Eg segði tá við hann, at hetta var nakað av tí mest undarliga, eg hevði upplivað.
Men soleiðis var Peter. Hann spenti vítt og stakk djúpt og høgt í tí mentanarliga rúminum.
Ongin ivi er um, at Peter var sorgblíður, tá hansara sáttmáli gekk út sum stjóri í Norðurlandahúsinum. Hann hevði hug at verða verandi í Føroyum, tí ikki bert hansara arbeiðsmegi og hugflog lá her. Hjartað legði seg eisini í Føroyum.
Peter Turtschaninoff tók lut í føroyska samfelagnum á øllum økjum. Hann hevði nógvar vinir, lærdi seg føroyskt, var í grind og til útróðrar og hann lærdi seg føroyskt. Peter kendi seg sum føroying og við lív og sál tók hann lut í samfelagskjaki um politikk og framtíðina hjá hesum landi. Peter man helst eisini vera fyrsti maður, ið hevur biðið um orðið á flaggdagshaldinum í Havn eftir at Havnar Hornorkestur hevði spælt og flaggrøða varð hildin. Hann fór á røðarapallin og tosaði um støðu Føroya og møguleikarnar í tí altjóðagjørda heiminum.
Afturkomin til Finnlands helt hann á at virka sum eitt slag av ambassadøri fyri Føroyar og hann helt sambandið til Føroya. Hann gjørdi sendingar um Føroyar í finskum útvarpi og kunnaði um Føroyar hvar hann kom.
Og tað gekk eisini hinvegin. Seinastu ferð føroyingar hoyrdu hann í almenninginum, var tá hann sendi úr Finnlandi frá finska ríkisdagsvalinum beinleiðis heim til Útvarp Føroya fyri knøppum ári síðan.
Vit hava nógv at takka Peturi fyri. Hansara drívmegi og stóra hjarta hevur givið føroyingum og Føroyum almikið. Nú orkaði hjartað ikki meira á útbúgvingarferð í Spania. Men tað, sum Peter hevur skapt, livir víðari í okkara hjørtum, huga og verki. Tá vit vitja Norðurlandahúsið. Hoyra og síggja føroysk listarlig avrik. Og ikki minst tá vit síggja tónleikaliga ríkidømið millum ung í Føroyum, fara vit at senda Peturi okkara góðu tankar.
Beint áðrenn Peter fór úr Føroyum, gav hann mær eina bók, sum ein nevnd hjá ST hevur skrivað um týdningin av mentan og mentanarpolitikki. Um týdningin av at virða ymisleikan í heiminum og virðini hjá ymsum fólkum.
Bókin eitur "Okkara skapandi margfeldni".
Peter Turtschaninoff var ein av teimum serligu vøkstrunum, ið gera heimin til ein meira fruktabaran og fjølbroyttan urtagarð.

Vit lýsa frið yvir minnið um Peter Turtschaninoff.

Høgni Hoydal