Til minnis um leiðara okkara Finnur Helmsdal

f: 20.04.1952 d: 05.12.2008

“Tú vart altíð har fyri okkum” eru orð, sum nógv, ið høvdu við Finnur Helmsdal at gera kunnu játta viðurkennandi.


Hesi orð lýsa Finnur soleiðis, sum vit komu at kenna hann, sum okkara leiðara á Føroya Barnaheimi. Í okkara ábyrgdarfulla og tíðum torføra starvið, var hann stólpin, ið vit kundu hella okkum til tá harðast leikaði á. Samanrenningin av menniskjaligu og fakligu dygdum hansara gjørdu hann til eitt undangongufólk innan arbeiðsøki –ein leiðara. Hann gekk á odda, tók brotasjógvar og við nærlagni og skilið tók hann fulla ábyrgd sum leiðari. Hann hevði tær dygdir, ið skulu til og sum krevjast av einum leiðara í nútíðarsamfelagnum. Greiður, framsíggjin og visionerur sum fáur.


Finnur byrjaði sum leiðari á Føroya Barnaheimi á sumri í 2002. Stovnurin var í broytingartíð og skuldi so at siga byrja av nýggjum, eftir at barnatalið í nøkur ár var minka og fleiri starvsfólk søgd úr starvið. Myndugleikarnir avgjørdu, at nýggja konseptið fyri stovnin skuldi vera, at umframt at verandi Ungdómsdeild skuldi halda fram sum áður, so skuldi stovnast ein Familjudeild og hesa drúgvu tilgongd fór Finnur við stórum áræðið undir hetta sama summar.


Hann setti starvsfólk á nýggju deildina og saman við teimum starvsfólkum sum frammanundan vóru, fór hann við klárum málum og greiðari málrættaðari ætlan í gongd við at saman tvinna og útbyggja stovnin til at gerast til eitt so gott tilboð til Barnaverndartænasturnar runt um í Føroyum sum yvirhøvur gjørligt. Bygningurin sum Føroya Barnaheim heldur til í, trongdi eisini til endurnýgging og hesum syrgdi Finnur skjótt fyri, tí eftir hansara fatan og júst í hansara anda, skuldu bú- og starvsfólk hava bestu umstøður at búleikast undir fyri at trívast og mennast.


Við Finni á odda mentist stovnurin almikið fyrstu árini av hesum ártíggjinum og stóð nú við hansar deyða sum ein varði av fakliga kompetentum og dugnaligum starvsfólkum. Ein varði, sum hann við sínum ótroyttiliga dirvið og við trúgv uppá -altíð skuldu vera í menning og dugnaliggerðast. Hóast Finnur ikki var tann, sum gjørdi hóvasták burturúr sær sjálvum, so hevði hann alla orsøk til at vera errin av einum stovni, sum hann hevði verið við til at ment.


Sum leiðari vildi Finnur menning. Hann var av tí sannføring, at tvørfakligt samstarv og eftirútbúgving fyri starvsfólkini var vegurin fram og arbeiddi hann harútfrá.

Finnur kravdi nógv av sær sjálvum sum leiðari og samsvarandi eisini nógv av okkum starvsfólkum. Við síni lunu medferð, humori og virðing fyri persónliga menniskjanum og ikki bert professionellu síðuni, upplivdu vit, at hann var har fyri okkara besta og ikki minst fyri búfólkini á stovninum. Hann dugdi sum leiðari væl at vísa okkum álit við at býta út uppgávur og fylgja hesum upp.


At Finnur var góður við móðurmálið fingu vit eisini mangan at sanna, tí hann gekk ógvuliga høgt uppí, at okkara skrivliga arbeiði skuldi gerast dygdargott og vera á góðum føroyskum máli.

Illsintur var hann sum fáur, men um hann føldi, at hann hevði órættaði onkran, var hann ikki hástórur og stoltur, men bað tey um umbering, ið høvdu staðið fyri skotum. Vit vistu altíð hvar vit høvdu Finnur sum leiðara. Opin, erligur, greiður í orð og talu og við tí í hyggju, at vit skuldu vera við til, at gera livilíkindini so góð sum gjørligt fyri tey, sum vit vóru um og teirra nærmastu.


Við tær fór so nógv Finnur og vit eru sannførd um, at alt okkara arbeiðsøkið, sum eitur børn og ung, og sum tú brendi so nógv fyri, ongantíð hevði komið so illa fyri sum tað nú er komið, um tú enn var á lívið. Tú var nevnliga garanturin fyri, at hesi børn og foreldur teirra altíð skuldu hava bestu umstøður og tænastu, tá ið galt um stovnspláss og liviumstøður annars.


Tú fór aldrin uppá krompromis, tá talan var um tørvin hjá nøkrum børnum ella familjum teirra. Tordi at tala teirra søk, eisini tá harðast leikaði á. Kempaði fyri rættvísi og trivnaði fyri øll og líka so lítið bangin sum tú var fyri at missa atkvøður á politiska víðvøllinum, líka so lítið bangin var tú fyri at verja tann ella tey, sum av eini ella aðrari orsøk vóru komin illa fyri í lívinum. Tú var sannur í tínum virðum.


Við tær hava eisini tey veikastu og tey við vánaligum livikorum í føroyska samfelagnum mist sín stólpa og sína rødd. Tú trúði uppá tey og tey uppá teg. Tú ert ein ímynd av næstrakærleika.


Takk fyri tín leiðaraskap Finnur. Tínar dygdir og menniskjaligu virðir liva víðari á okkara stovni. Takk fyri alt tú kempaði fyri. Tú bygdi varðar. So ómetaliga nógv liggur eftir teg, sum er vert hjá okkum øllum at kempa fyri víðari.


Góðu Jórun, Olga, Mikkjal, Samson, Olivur og lítli Finnur hann var so stoltur av tykkum. Hann tosaði nógv um tykkum og tað var týðiligt fyri okkum hvussu nógv tit fyltu í hansara hjarta. Má Harrin styrkja tykkum í sorgini og sakninum eftir hesum ediliga menniskja -ið mest av øllum var tykkara.


Æra verður minni um leiðara okkara Finnur Helmsdal.


Starvsfólk á Føroya Barnaheimi