Til minnis um ommu okkara Idu Mørkøre - 05.01.1909-13.07.2002

Ida omma var annarleiðis,
ongin ivi um tað
kvik og glað
løtt sum ein fjøður

eitthvørt, sum hevði við kettu at gera, vakti altíð ans
tað, sum ikki hevði navn, varð kallað frensur, halin
»hale dyi nakke villina«
kettumál,
vit frá barnsbeini hava hoyrt

Kaffimaskinan, kall á frens, floytan, útvarp og sjónvarp har frá
haaaaaallloooooooo
tað var ei óljóð, men
góð ljóð
inni hjá ommu Idu

við babba
oman til dunnurnar
síðani
bestu pannukakurnar, saltastu frikkadellurnar og søtastu bollarnir frá ommu

seymimaskinan
gullkjólin, klæðir til føstulávint, nýggjar køksgardinur
kreativ og kvik

oman í býin, út á kirkjugarð, norður til Vestmanna, út á hav
heim til ketturnar

eitt satt útistrok
lívsorkuni bilaði onki
við/uttan sigarettum, krabbameini, forstørrilsisglasi og hoyriapparati

hon »morðaði« sær
gomul ung omma
»fara tit ikki í býin at mora tykkum í kvøld?«
»sum tit altíð eru smartar«
»stuttligt at vera ungur í dag«
stuttligt at eiga ommu Idu

okkara omma
sum átti klæðir at læna okkum
toy at seyma út
røsk og glað
løtt sum ein fjøður

vit sakna teg
nógv
eru so góðar við teg

men enn
ert tú hjá okkum
vit bæði syngja, dansa, seyma og eru útistrok við
og vit vita
tú hevur tað gott,
og uttan iva
morar tær við kettunum

hvíl í friði

Marianna
Christina Elisabeth
Julianna