svartkjafturin enn var í føroyskum sjógvi í oktober mánaði. Hini londini, sum eisini hava fingið svartkjaft undir Føroyum, eru Russland og Danmark. Samlaða útlendska veiðan í føroyskum sjógvi í okotber var 36 [...] Íslendingar fingu væl av svartkjafti í føroyskum sjógvi í oktober mánaði. Tilsamans var veiðan av hesum fiskaslagnum 28.379 tons, og samlaða útlendska veiðan av svartkjafti í oktober var 35.410 tons. Hetta merkir [...] fiskasløgum, ið útlendsk skip hava fingið. Íslendskir bátar hava nýtt flest fiskidagar í oktober. Teir vóru 161 í tali. Frakland hevur nýtt 105 fiskidagar, men hevur bara fingið 468 tons fyri stríðið sambært
farnir úr Føroyum aftaná tunfiskinum. Í farna mánaði fingu teir 6,6 tons, meðan 51 tons vórðu fingin í september. Í oktober nýttu tunfiskabátarnir 53 fiskidagar og í september 102 fiskidagar. 155 fiskidagar [...] Fyrstu vikurnar í oktober mánaði er seinasta tíðin, tá tunfiskurin er í føroyskum sjógvi. Nakrir japanskir bátar hava roynt eftir tunfiski í ár, men tað hevur hilnast ógvuliga illa. Lítið hevur verið at
17. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt [...] missiónsviku í Vík komandi viku, verður onki møti í Hvalvík sunnudagin 18.11. møguliga verður skipað fyri farti norður til Víkar. Filadelfia, Sundalagi Í morgin kl. 18.30-21.15 Alphaskeið í Unitum í Kollafirði [...] verður í uml. 3 tímar. Havið heit og góð gonguklæðir og ein drekkamunn við. Tilmelding. Frá felagnum Pinkubarnadeyði Vit hittast 2. leygardag í hvørjum mánað í Jákupsstovu í J. Patursonargøtu 24 í Havn.
fara trý vaksin í gulum jakkum, har tað greitt stendur, at tey eru náttarravnar. Tað hevur verið vanligt hjá Náttarravnunum í Danmark, at tey hava havt karamellur í tí eina lummanum og hítir í hinum. Hetta [...] fleiri ung, ið ikki kenna seg trygg í havnargøtum, tí tað hava verið einstakir tilburðir, ið hava elvt til ótryggleika, sigur Carl August Arge. Ætlanin er tó ikki at halda í oyruni á teimum ungu, og tí fara [...] og barnaverndina. Í hesum sambandi hava tey fingið hollan stuðul frá tryggingarfelagnum Skandia í Danmark, sum hevur verið við til at stovna 70 slíkar felagsskapir seinastu trý árini. Í Noregi eru eini 350
tilstaðar í hugnaliga umhvørvinum á Ellisheiminum í gjár. Í taluni, sum Jákup Lindenskov helt fyri fólkunum, ið vóru komin saman í samband við útgávuna, sigur hann, at bókin lýsir 20 árini upp til 30 árini [...] Bókaútgáva Í gjár klokkan 11.00 var kjallarain á Ellisheiminum í Havn karmur um hugnaliga móttøku í samband við, at útgvin er bók til 65 ára føðingardagin hjá heiminum. Sjálvur føðingardagurin var 15. [...] eisini skrivað um ættir í Havn, og er tað gjørt fyri at gera søguna um heimið meira livandi, greiðir Jákup frá. ? Myndirnar í bókini geva hugflog ? tær siga frá. Eitt yvirlit er í bókini fyri at lætta um
var í smyrjioljuni. Sjógvur er komin í motorin, og tað endar við, at Norðborg skal á skipasmiðju í Noregi at umvæla skaðan. Christian C. Nielsen, stjóri í Trygd, vil vera við, at sjógvur er komin í smyrjioljuna [...] hava tryggjað í ymiskum tíðarskeiðum. Talan er um Norðborg, sum fekk motorskaða 13. januar í 2000. Trygd hevði yvirtikið tryggingina frá 1. januar í sama ári, og tí mátti minna felagið í fyrsta umfari [...] fyri ávísar skaðar, har bæði feløgini hava verið inni í myndini. Hetta er fyrstu ferð, at tryggingarfeløgini í Føroyum eru í stríði, sum skal avgerast í Føroya Rætti.
siga í slíkum máli, vísir hann á. Løgmaður setir landsstýrismenn og kann eisini loysa teir úr starvi. Og hendir tað, at ein landsstýrismaður kemur í ta støðuna, sum oman fyri er nevnd, verður hann í stundini [...] hinvegin ætlar hann sær, um hann verður valdur á Fólkating, at møta og í øllum førum halda eina setanarrøðu. Tað er heldur einki óvnaligt í tí, at ein landsstýrismaður ella ein løgmaður verður valdur á Fólkating [...] hevur verið valdur fólkatingslimur, meðan hann var í Tinganesi, eins og Edmund Joensen við næstseinasta fólkatingsval varð valdur, meðan hann var løgmaður í Føroyum. Báðir møttu á Fólkatingi, men lótu síðan
longu tíðliga í desember mánaði, sigur Jógvan Eliasen. Tá umbygda Atlantis lat upp í august mánaði í 1997 var biografur í húsinum. Hetta var gjørt í samstarvi við Havnar Bio. Filmssýningarnar í Atlantis steðgaðu [...] nýggir filmar kunnu síggjast á hvíta tjaldinum í Klaksvík. Ber til Í løtuni spælir Klaksvíkar Sjónleikarfelag skemtileikin Mostir Charley, og nýggi leiðarin skal í framtíðini fáa sjónleikin, biografin og onnur [...] Klaksvík: Um nakrar vikur sleppa norðoyingar væntandi í biograf aftur. Leingi hevur verið arbeitt við at fáa filmssýningar í Atlantis aftur, og nýggi leiðarin fyri húsið vónar, at hesa sýningar kunnu byrja
ein bata, legði Sambandsflokkurin í august mánað uppskot fyri løgtingið hesum viðvíkjandi. 400 mió. krónur í ár, og aftur 400 mió. krónur næsta ár skuldu leggjast í ein grunn, og avkastið av hesi upphædd [...] hevði hetta ikki økt skattatrýstið hjá fólki. Tey eldru gerast fleiri í tali Sambært hagtølum eru stívliga 6.000 pensjonistar í Føroyum nú, men roknað verður við, at talið fer upp um 9.000 áðrenn 20 ár [...] upphædd skuldi síðani gjaldast øllum pensjónistum afturat grundupphæddini í fólkapensjónini. Skotið varð upp, at fyrsta útgjaldið skuldi verða 1. januar komandi ár. Sambandsflokkurin vildi á henda hátt tryggja
einum sigri í Havn. Í fyrra dystinum, sum hesi bæði liðini spældu í Klaksvík, vann Mjølnir tvey tey fyrstu settini, áðrenn teir mistu luftina og at enda taptu 3-2. Fram hevur víst styrki higartil í kappingini [...] og tað er eisini júst tað, sum kann hjálpa Drátti í morgin. Men uppgávan sær kortini sera møtumikil út. Tá liðini møttust á Giljanesi í fyrsta dystinum í kappingini, vann TB sera trygt 3-0. Sum oftast er [...] enn tær vóru fyri einum mánaði síðani. Men tær skulu spæla upp til sítt allarbesta, um tær skulu hótta TB í morgin. Tað sama skal Fleyr, sum tekur ímóti ÍF. ÍF tykist vera væl fyri í løtuni, og síðsta vikuskifti