Fyrstu vikurnar í oktober mánaði er seinasta tíðin, tá tunfiskurin er í føroyskum sjógvi. Nakrir japanskir bátar hava roynt eftir tunfiski í ár, men tað hevur hilnast ógvuliga illa.
Lítið hevur verið at fáa, og nú eru tunfiskabátarnir farnir úr Føroyum aftaná tunfiskinum. Í farna mánaði fingu teir 6,6 tons, meðan 51 tons vórðu fingin í september. Í oktober nýttu tunfiskabátarnir 53 fiskidagar og í september 102 fiskidagar. 155 fiskidagar og veiðan var sløk 58 tons.
Av fiskirannsóknarstovuni verður sagt, at orsøkin til vánaligu veiðuna er, at stovnurin er ovfiskaður. Tí er ikki væntandi, at bátar fara at seta sítt álit á hesa veiðuna framyvir.