Favorittar í øllum dystunum

Allir fýra dystirnir í meistaradeildunum hjá kvinnum og monnum hetta vikuskifti hava favorittar, men sum favorittur skal ein altíð ansa sær. Og tað er eisini galdandi fyri kvinnurnar hjá TB og ÍF og fyri menninar hjá Fram og SÍ

 

Flogbóltur

 

 

 

Fimta umfar í meistaradeildunum hjá kvinnum og monnum verður spælt sunnudagin, og hetta er eitt av umførunum, har fleiri av úrslitunum síggja út til at "geva seg sjálvi". Tað er sum kunnugt altíð vandamikið at taka alt ov nógv fyri givið, men flestu dystirnir hava greiðar favorittar.

 

 

 

Ráð til at missa stig

 

Hjá kvinnunum tekur TB í sínum triðja heimadysti á rað ímóti Drátti. Fyri TB-kvinnurnar ræður nú mest um at halda dampinum uppi, nú tær hava lagt seg klárt á odda í deildini. Tær vilja neyvan missa stig, og serliga ikki á heimavølli, sjálvt um tær hava ráð til tað. Tað er altíð ein vandi fyri, at ein kann taka sær av løttum, tá alt hevur gingið uppá stás, sum tað hevur gjørt higartil hjá TB, og tað er eisini júst tað, sum kann hjálpa Drátti í morgin. Men uppgávan sær kortini sera møtumikil út. Tá liðini møttust á Giljanesi í fyrsta dystinum í kappingini, vann TB sera trygt 3-0. Sum oftast er tað tó so, at liðini mennast so sum kappingin líður, og Dráttur er ivaleyst eisini betur fyri nú, enn tær vóru fyri einum mánaði síðani. Men tær skulu spæla upp til sítt allarbesta, um tær skulu hótta TB í morgin.

 

Tað sama skal Fleyr, sum tekur ímóti ÍF. ÍF tykist vera væl fyri í løtuni, og síðsta vikuskifti gjørdu tær tað, sum einki annað lið hevur megnað í kappingini - nevniliga at vinna eitt sett móti TB. Áðrenn tað hevði ÍF eisini vunnið 3-0 móti bæði Fleyr og Mjølni, so ÍF er størsti kappingarneytin hjá TB í løtuni. Fleyr vann herfyri nakað óvæntað móti Drátti, men annars hava tær tapt hvørjaferð, og tað má sigast at vera rættiliga ivasamt, um tær kunnu gera nakað við formsterka ÍF-liðið.

 

 

 

Fram tapt sett hvørjaferð

 

Mest áhugaverdi dysturin í hesum umfarinum sær á pappírinum út til at vera tann í Eysturskúlanum millum Fram og Mjølnir. Fram er ovast á stigatalvuni, men Mjølnir framdi eitt gott avrik móti Fleyr síðsta leygardag, og spurningurin er so, um teir kunnu byggja víðari uppá tað við enn einum sigri í Havn. Í fyrra dystinum, sum hesi bæði liðini spældu í Klaksvík, vann Mjølnir tvey tey fyrstu settini, áðrenn teir mistu luftina og at enda taptu 3-2.

 

Fram hevur víst styrki higartil í kappingini og hevur fult stigatal, men teir hava tapt sett í øllum dystunum, og tað kann takast sum eitt tekin um, at teir kanska ikki eru heilt so suverenir sum stigatalvan vísir. Men teir verða favorittar í morgin eisini.

 

Hin favoritturin í hesum umfarinum er kanska lættari at fáa eyga á. SÍ skal spæla á Kambsdali móti ÍF, og hetta er næstfremsta liðið móti niðasta liðnum. Men støðan kann lumpa eitt sindur. Eftir eina sera vánaliga byrjan sær nevniliga út til, at ÍF - sum jú eisini er føroyameistari - so smátt er um at fáa fótin fyri seg. Og fyri eini viku síðani var um reppið, at teir sera, sera óvæntað vunnu móti Fram. Tað gjørdu teir ikki, men tann dystin kundi SÍ brúka sum eina góða ávaring um, at teir neyvan fáa so lætt spæl í morgin, sjálvt um teir eru seks stig frammanfyri ÍF í løtuni.