Ellisheimið í Havn 65 ár: Tíðarhvarv


 

Bókaútgáva


Í gjár klokkan 11.00 var kjallarain á Ellisheiminum í Havn karmur um hugnaliga móttøku í samband við, at útgvin er bók til 65 ára føðingardagin hjá heiminum. Sjálvur føðingardagurin var 15. august 2000, og nú, eitt gott ár aftaná er bókin klár.

Bókin ber heitið Tíðarhvarv við undiryvirskriftini Ellisheimið í Havn. Jákup Lindenskov er høvundurin aftanfyri bókina, og var hann eisini tilstaðar í hugnaliga umhvørvinum á Ellisheiminum í gjár.

Í taluni, sum Jákup Lindenskov helt fyri fólkunum, ið vóru komin saman í samband við útgávuna, sigur hann, at bókin lýsir 20 árini upp til 30 árini og viðurskiftini, sum tey higartil hava verið.

? Eg havi eisini skrivað um ættir í Havn, og er tað gjørt fyri at gera søguna um heimið meira livandi, greiðir Jákup frá.

? Myndirnar í bókini geva hugflog ? tær siga frá. Eitt yvirlit er í bókini fyri at lætta um. Hetta tí, at um ein hevur hug at lesa eitt ávíst evni, so er tað lættari at finna fram, og ger hetta tað eisini møguligt at lesa bókina í brotum.

Bókin er skrivað í samráð við fyristøðuna á Ellisheiminum, og kemur hon at kosta ávíkavist 190 krónur við stívari permu og 160 krónur fyri eina paperback útgávu.