Íslendingar fingu væl av svartkjafti í føroyskum sjógvi í oktober mánaði. Tilsamans var veiðan av hesum fiskaslagnum 28.379 tons, og samlaða útlendska veiðan av svartkjafti í oktober var 35.410 tons. Hetta merkir, at svartkjafturin enn var í føroyskum sjógvi í oktober mánaði.
Hini londini, sum eisini hava fingið svartkjaft undir Føroyum, eru Russland og Danmark.
Samlaða útlendska veiðan í føroyskum sjógvi í okotber var 36.507 tons og av teimum vóru 35.410 svartkjaftur. Tað er tí ikki stórvegis av øðrum fiskasløgum, ið útlendsk skip hava fingið.
Íslendskir bátar hava nýtt flest fiskidagar í oktober. Teir vóru 161 í tali. Frakland hevur nýtt 105 fiskidagar, men hevur bara fingið 468 tons fyri stríðið sambært hagtølunum.
ES-londini nýttu 157 fiskidagar tilsamans, og russar høvdu 82 fiskidagar í føroyskum sjógvi. Útlendsk fiskifør nýttu 412 fiskidagar í føroyskum sjógvi.










