Biografur í Atlantis fyri jól

Nýggi leiðarin í Atlantis ætlar at seta gongd í filmsýningarnar fyri jól

 

Klaksvík: Um nakrar vikur sleppa norðoyingar væntandi í biograf aftur.

Leingi hevur verið arbeitt við at fáa filmssýningar í Atlantis aftur, og nýggi leiðarin fyri húsið vónar, at hesa sýningar kunnu byrja um stutta tíð.

? Vit fara at arbeiða fram ímóti, at vit kunnu sýna filmar aftur longu tíðliga í desember mánaði, sigur Jógvan Eliasen.

Tá umbygda Atlantis lat upp í august mánaði í 1997 var biografur í húsinum. Hetta var gjørt í samstarvi við Havnar Bio.

Filmssýningarnar í Atlantis steðgaðu árið eftir, men nú er ætlanin at taka samstarvið við Havnar Bio uppaftur, so nýggir filmar kunnu síggjast á hvíta tjaldinum í Klaksvík.


Ber til

Í løtuni spælir Klaksvíkar Sjónleikarfelag skemtileikin Mostir Charley, og nýggi leiðarin skal í framtíðini fáa sjónleikin, biografin og onnur mentanarlig tiltøk at passa saman í húsinum

? Tær vikurnar, tá sjónleikur verður spældur í Atlantis, verður neyvan gjørligt við regluligum filmssýningum, men hina tíðina á árinum skuldi tað borið væl til, sigur Jógvan Eliasen.

? Umráðandi er, at vit skapa góðar og hugnaligar umstøður kring biografin, so fólk hava hug at koma til filmarnar. Skal tað bera til, so mugu fólk eisini brúka biografin, sigur hann.