Í longri tíð hevur verið tosað um, at foreldur at ungdómi í høvuðsstaðnum fara út á gøtur og stræti at hava eyguni við teimum ungu um náttina. Hesin felagsskapur hevur fingið heitið Náttarravnar. Nú er ísurin endiliga brotin, og teir fyrstu náttarravnarnir verða at síggja í gøtunum leygarkvøldið.
Carl August Arge er ein av fyrireikarunum, og hann sigur, at endamálið við hesum átakinum er at gera tað trygt hjá teimum ungu at ferðast úti á náttartíð.
? Nógv foreldur kenna seg ótrygg, tá børn teirra eru úti seint á nátt, tí tað er ikki altíð trygt hjá teimum. Tað eru eisini fleiri ung, ið ikki kenna seg trygg í havnargøtum, tí tað hava verið einstakir tilburðir, ið hava elvt til ótryggleika, sigur Carl August Arge.
Ætlanin er tó ikki at halda í oyruni á teimum ungu, og tí fara náttarravnarnir at halda seg eitt sindur burturfrá. Teir skulu vera til at heita á, um onkur hevur trupulleikar.
Vilja hava stuðul
Í næstum fer felagsskapurin at heita á privatar fyritøkur um at fáa stuðul til hetta átakið. Tey vóna at møta vælvild, og at tey fáa stuðul ymsastaðni.
Náttarravnarnir fara til verka í tøttum samstarvi við løgregluna, býráðið og barnaverndina.
Í hesum sambandi hava tey fingið hollan stuðul frá tryggingarfelagnum Skandia í Danmark, sum hevur verið við til at stovna 70 slíkar felagsskapir seinastu trý árini. Í Noregi eru eini 350, og har fóru tey í gongd í 1992. Sviar eru undangongumenn á økinum og hava eini 25 ár á baki. Í Grønlandi eru fýra slíkir felagsskapir.
Frá Skandia er Erik Thorsted komin at leggja stigtakarunum lag á. Hann hevur verið við til at stovna slíkar felagsskapir í Danmark. Hansara royndir eru, at hetta er við til at minka um herverk og harðskap millum ung.
T að hevur víst seg m.a. í Rønne á Bornholm, at kommunan hevur spart nógvan pening, tí talið av herverki er minkað, eftir at náttarravnar hava verið úti á gøtunum. Hann vísir eisini á, at tey ungu hava verið glað fyri, at vaksin tíma at brúka tíð til slíkt.
Karamellur og hítir
Komandi leygarkvøld fer hetta tiltak av bakkastokki. Tá fara trý vaksin í gulum jakkum, har tað greitt stendur, at tey eru náttarravnar.
Tað hevur verið vanligt hjá Náttarravnunum í Danmark, at tey hava havt karamellur í tí eina lummanum og hítir í hinum. Hetta kann so vera ein máti at fáa samband við tey ungu, um tey sjálv ynskja tað.
Tað er tó fyrst og fremst trygdin, sum skal tryggjast, tá foreldur at ungum fara at ferðastí havnargøtum.
Carl August Arge heldur seg vita, at áhugin millum foreldur at ungum er stórur fyri hesum átakinum. Hann væntar tí góða uppmøting á fundinum í samkomuhøllini í Kommunuskúlanum mánakvøldið 11. november.