ár, men tær vóru nær við á heimavølli móti ÍF herfyri, tá tær noyddist at fara av vøllinum við tapi, men Katrin Petersen sigur at tær vóru nær við. –Vit spældu vælt á, og vóru nær við at vinna, men hepni [...] tær hava tað trupult við at skava sær stig saman í meistaradeildini. Havnagenturnar eru dugnaligar, men spurningurin er, um tær eru klárar til flogbólt í meistaradeildini. Óivað koma tær at læra eina rúgvu [...] hepni var ikki við okkum, tær avgerandi løturnar, og tá gjørdist tungt. Men við sigrinum í gjár er kanska ein vend komin í. Lagið er gott og viljin er í hásæti. Tær yngru blíva betur og betur fyri hvønn dyst
koyrandi varð ígjøgnum fjallið, heldur enn eftir smala, krókuta og vindharða fjallvegnum um Hovseggina. Men Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, sigur, at tað ganga í hvussu so er nakrar vikur afturat, áðrenn [...] tunnilin kann takast í nýtslu. Annars var ætlanin, at Landsverk skuldi yvirtaka tunnilin fríggjadagin, men tað var av ongum. Tað vísir seg nevniliga, at alt arbeiðið er ikki gjørt, sum tað skal og tí vildi [...] Oyvindur Brimnes. Hann visti ikki í smálutir, hvørji viðurskifti tað vóru, sum ikki vóru nøktandi. Men talan er um ymiskar tekniskar installatiónir í sambandi við tunnilin, ið ikki eru, sum tær skulu. Hann
næsta ár hækkar tímalønin 2,35 krónur afturat og 1. oktobur 2009 hækkar lønin uppaftur 2,45 krónur. Men harafturat hækkar eftirlølin 1% um árið í sáttmálaskeiðnum. Karmar og viðbøtur Eli Brimsvík, formaður [...] felag, sigur, at lønarhækkingin er í samsvari við teir karmar, sum aðir starvsbólkar hava fingið. Men umframt lønarhækkingarnar, eru eisini ásetingar í nýggja sáttmálanum um at summar viðbøtur hækka og [...] i. Tað eru tvey handverkarafeløg í Føroyum, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna, men bæði feløgini hava samráðst saman um nýggjan sáttmála. Annars ásannar Eli Brimsvík, at nógv teir flestu
loysn, og tað velja fleiri. Men tannárini eru, sum øllum kunnugt, merkt av stórum iva og tvídrátti. Summi velja tí ein eftirskúla. At fara av landinum kann vera mennandi, men sanniliga eisini møtumikið [...] kundi eftirskúlin verið eitt veruligt alternativ til fólkaskúlan. Eg hugsi um góð høli og útgerð, men allarmest um fjøltáttaðar læraraførleikar. Tað kundi verið innan list, margmiðlar, handverk, heimsspeki [...] eitt veruligt tilboð til ungdómar. Kanska verður trupult at fáa ein breiðan lærarahóp í Suðuroynni, men tað øvugta kann eisini hugsast, at har eru talentir, ið, sum er, ikki hava høvi at royna seg. Fyri
hevur ferðast við framførsluni kring Danmark og Týskland umframt, at Skotland er á skránni í næstum. Men mikukvøldið var Rankefod í Norðurlandahúsinum. Á pápírinum ljóðar dansisýningin spennandi. Ein av allar [...] hennara verður lýst, sum ein evolutionerandi soloframførsla, ið hátíðarheldur upprunan til mannaættina. Men eftir at hava hugt at nakna rygginum hjá Kitt Johnson í eitt korter afturvið ljóðinum av eini primitivari [...] ljóðaði, sum hon var tikin úr einum ringum amerikonskum filmi, hevði eg brúk fyri eini eksplosión. Men eksplosiónin kom ongantíð. Alt gekk so øgiliga spakuliga. Vulgert samspæl Sum heild var ávísingarnar
Zakarias Wang Men fyribils er so einki at gera uttan at boyggja okkum fyri tí sum samtykt er. Sum tað stendur í Rómverjabrævinum: “Hvør maður veri fyriskipaðum yvirvøldum lýðin ... tí at hon ber ikki [...] loyvi til at hava okkara meining, og vit kunnu broyta yvirvaldið, og tað gera vit á valum. Nú ið menn hava samtykt at uppstillingardømini skulu avtakast og leggjast saman í eitt, er neyðugt at gera [...] ðum, og tað er í lagi, tí umráðandi er, at fólk kunnu sleppa at greiða atkvøðu í nærumhvørvinum. Men tað er ikki í lagi, at atkvøðurnar verða taldar upp í hvørji bygd sær. Tá er alt ov lætt at fylgja
Kári á Rógvi spísskandidatur hjá Sjálvstýrinum, men annars eydnaðist tað ikki at fáa orðið á umboð fyri smærru flokkarnar, áðrenn evstamark blaðsins. Men einki er at ivast í, at eisini teir eru um at verða [...] Rodmund Nielsen, hoyrdi heima politiskt, og seiglívað slatur plaseraði hann í Sambandsflokkinum. Men nú váttar formaður Fólkafloksins, at Rodmund Nielsen verður at finna á teirra lista til fólkatingsvalið [...] Sambandið hevur fleiri nýggj nøvn á listanum, og eitt hitt mest spennandi er kanska Ingvør Nolsøe. Men eisini borgarstjórin í Sandavági, Rósa Samuelsen, er eitt nýtt navn á listanum. Úr javnaðarflokkinum
andi er í minking. Í ár hava skipini loyvi at fiska 155.000 tons av rækjum undir Vesturgrønlandi, men nú mæla fiskifrøðingarnir politikarunum til at skerja kvotuna niður í 110.000 tons. Og tað er neyðugt [...] Royal Greenland. Felagið hevur fýra rækjutrolarar og trý rækjuvirkir. Tað gevur 452 arbeiðspláss, men verður rækjukvotan skerd so nógv, sum fiskifrøðingarnir mæla til, fer tað uttan iva at kosta arbeiðspláss [...] grønlendska útvarpið. Hann ásannar, at tað er rætt at áseta kvoturnar eftir teimum lívfrøðiligu ráðunum, men at tað er ein trupulleiki fyri vinnuna, um kvotan verður skerd so nógv í einum, sum tilmælið sigur
javnur, men GÍ hevði gott tak á miðvøllinum. GÍ’arnir vóru skjótari á leysum bóltum, teir vunnu nógvar nærdystur, og so komu teir til einstakar kjansir. Í løtum vóru glottar at hóma á KÍ-liðnum, men tann [...] gongd. Ein langur bóltur fram í KÍ-brotsteigin tóktist vandaleysur. Jan Andreasen hevði tak á støðuni, men tann ídni Christian Lundbjerg fekk lirka bóltin frá honum, og tá hann spældi upp á tvørs í broteignum [...] bjóða upp á í fyrra hálvleiki. Onkra einstaka ferðina var eitt sindur av vanda á ferð eftir innlegg, men opni kjansurin kom ongantíð. Í seinna hálvleiki var myndin tann sama. Heimaliðið kom ikki upp í ferð
blandað saman. Men samstundis má samfelagið traðka til og stuðla tí vitan og tann førleika, sum felagskapurin hevur bygt upp, sigur norksi leiðarin. KRIS byrjaði sum ein kristin felagskapur, men Gvøðbjørg West [...] tá KRIS varð stovnað, vóru tað mong, sum søgdu, at tað var fjas, tí slíkt fór ikki fram í Føroyum. Men seinastu árini er henda síðan av føroyska samfelagnum komin fram í ljósi. - Vit tordu at seta hol á [...] undir kynsligum ágangi, sigur Gvøðbjørg West. Hon staðfestir, at KRIS hevur gjørt eitt stórt arbeiði. Men nú er tíð upp á, at myndugleikar koma inn og vísa ábyrgd, heldur hon. Leiðarin fyri norska meginfelagið