FLOGBÓLTUR
Dysturin í Gundadalshøllini sunnudagin, endaði við tryggum 0-3 sigri til gestirnar av Tvøroyri, og harvið er TB komið á stigatalvuna eftir trilvandi byrjan.
Aftur tap til Fleyr
Fleyr hevur í ár valt at stilla eitt rættuliga ungt lið til kappingina í meistaradeildini hjá kvinnum. Tær eru nærum sama lið, ið eisini umboðar felagið í kvinnuunglingum, og má man siga at tær hava tað trupult við at skava sær stig saman í meistaradeildini. Havnagenturnar eru dugnaligar, men spurningurin er, um tær eru klárar til flogbólt í meistaradeildini. Óivað koma tær at læra eina rúgvu í hesum kappingarárinum, og fara tær eisini at mennast av hesum.
TB við aftur
TB, ið er mannað við sera ungum leikarum í ár hevur byrjað heldur trilvandi uppá kappingarárið. Tær hava mist fólk í mun til seinasta kappingarár, og hevur tað sett síni spor. Popovic systrarnar eru enn í TB, og tó. Tann eina noktar snøgt sagt at spæla, tí hon ikki fær pengarnar, og hin er júst komin úr barnsburðarfarloyvi, so tað er ikki optimalt, fyri at siga tað akra sum tað er.
Katrin Petersen, ið er ein av berandi kreftunum á unga TB-liðnum sigur at tað var ótrúliga deiligt at vinna aftur, og at dysturin ongantíð var í vanda fyri at gleppa teimum av hondum. – Vit spældu ein góðan dyst í dag, og allar kempaðu fyrimyndarliga, sigur Katrin Petersen og leggur afturat, at rætta liðið vann.
Meira í væntu
TB hevur gamaní ikki fingið meira enn ein sigur enn í ár, men tær vóru nær við á heimavølli móti ÍF herfyri, tá tær noyddist at fara av vøllinum við tapi, men Katrin Petersen sigur at tær vóru nær við. –Vit spældu vælt á, og vóru nær við at vinna, men hepni var ikki við okkum, tær avgerandi løturnar, og tá gjørdist tungt. Men við sigrinum í gjár er kanska ein vend komin í. Lagið er gott og viljin er í hásæti. Tær yngru blíva betur og betur fyri hvønn dyst, sigur Katrin Petersen, ið var við til at avgera dystin í Havn móti Fleyr.