Ummæli
Tað krevur nógv av einum dansara, at megna at halda áskoðaran fangaðan í í útvið ein tíma. Hetta tyktist danska dansarinnan Kitt Johnson als ikki greið yvir, tá hon í framsførsluni Rankefond, leveraði eina framførslu, sum við penum orðum kann lýsast sum minimalistisk og eitt sindur minni pent kann lýsast sum keðilig.
Gott á papírinum
Kitt Johnson X-Act hevur ferðast við framførsluni kring Danmark og Týskland umframt, at Skotland er á skránni í næstum. Men mikukvøldið var Rankefod í Norðurlandahúsinum. Á pápírinum ljóðar dansisýningin spennandi. Ein av allar bestu donsku modernaðu dansarinnunum í eini framførslu, ið á heimasíðu hennara verður lýst, sum ein evolutionerandi soloframførsla, ið hátíðarheldur upprunan til mannaættina. Men eftir at hava hugt at nakna rygginum hjá Kitt Johnson í eitt korter afturvið ljóðinum av eini primitivari ljóðmynd, ið ljóðaði, sum hon var tikin úr einum ringum amerikonskum filmi, hevði eg brúk fyri eini eksplosión. Men eksplosiónin kom ongantíð. Alt gekk so øgiliga spakuliga.
Vulgert samspæl
Sum heild var ávísingarnar til sjónbandalagið til Metallica sangin The Unforgiven greiðar. Henda klæna kona, sum dansaði á pallinum, ílatin okkurt, sum mest minti um eina blæu og við berum bróstum. Hetta var tó á ongan hátt erotiskt. Í støðum gjørdust samspæli millum dans og ljóð tó beinleiðis vulgert, tó enn uttan at gerast erotiskt, t.d. tá hon sveiggjaði við undirlívinum til skvatlandi ljóð. Ljós og pallmynd vóru annars heilt ok, og tað riggaði væl, at Johnson brúkti ljósið til at skapa áhugaverdar skuggar.
Tøkniliga væl fyri
At Kitt Johnson er ein tøkniliga dugnalig dansarinna, sum dugur at brúka kropp sín á háttir, sum eru óhugsandi fyri flestu okkara, tað er eingin ivi um. Kroppurin er eitt væltrenað amboð, og tað sigur ikki so lítið, at eg tað fyrsta korterið ivaðist í, um hon vendi frameftir ella aftureftir. Tað var eitt ávíst undihaldsvirði í, at sita og undrast yvir hetta og um tøkniliga førleikan. Tað var eisini stuttligt eina løtu, at sita og fundera um hvussu eitt menniskja kann líkjast einum royttum høsnarunga so nógv, Men hetta gjørdist eisini keðiligt í longdini. Eftir framførsluna sat eg við nakað tí somu kensluni, sum eg plagdi at hava, tá tiltikni 80 ára gittarleikarin Yngwie J. Malmsteen spældi solo.
- Javell tú dugir væl, men hvat so?