Jógvan Sundstein
Herfyri hevði eg eina grein um nýggja valskipan til løgtingsval. Niðurstøðan hjá mær var, at ikki ov nógvar broytingar áttu at veri gjørdar í núverandi valskipan, og serliga átti ikki at verið minkað um lokalu umboðanina á tingi.
Tað eru serliga tvey fyribrigdi menn ikki rættiliga kunnu foreina seg við:
1. "Skeiva" umboðanin av tingmannatalið í mun til atkvøðutalið hjá flokkunum
2. Tað at ein tingsessur í stóru valdønunum "kostar" meira enn ein í smáu valdømunum
Til tað fyrra spurningin er at siga, at hetta kann hjálpast uppá við at hava fleiri eykamandatir ella útjavningarmandatir. Annars er tað ein spurningur, um hetta er so skeivt kortini. Valini vera nógv meira áhugaverd, tá einstøk valdømi kunnu avgera samansetingarnar, og persónarnir koma at hava nógv meira at týða. Til dømis hevur tað nógv størri týdning, at ein flokkur sum fær 7 tingmenn, fær hesar í 6 ella 7 valdømum, heldur enn hann hevði fingið teir í einum stórum landsvaldømi, hvar kanska ein ella tveir persónar fáa flest allar persónligu atkvøðurnar, meðan seinastu fimm fáa fáar atkvøður, og tilvildin ræður fyri hvørjir hesir persónar vera.
Til seinra spurningin kann sigast, at tað ger einki, um tingsessirnir kosta minni í smærru valdømunum enn í teim størru. Tað avgerandi er, at øll vera umboðað. Demokratiið er ikki ein spurningur um matematiskan rættleika, men ein spurningur um, at so nógv áhugamál sum møguligt verða umboðað. Tí hevur tað nógv størri týdning, og er nógv meira demokratiskt, at t..d. Sandoygging ella Vágarnar verða umboðað við tveimum løgtingsumboðum enn at Suðurstreym verður umboðað við 10 ella 11 umboðum.
Eg fari tí at koma aftur til tað sum eg skrivaði fyri góðum mánaða síðani og seta tað upp ímóti nýggja uppskotinum hjá Sjálvstýrisflokkinum. Eg skal tó viðmerkja, at eg meti tað uppskotið at vera rættiliga moderat, men kortini hevur í sær nakrar broytingar, sum ikki tæna demokratiinum ella fjølbroyttari umboðan.
Sjálvstýrisflokksins uppskot
Hetta uppskotið loyvir í mesta lagi 33 tingumboðum ímóti nú 32. Tað er í lagi. Men samstundis skulu vera 28 umdømisvald í 5 valdømum móti nú 27 í 7 valdømum. Uppskotið hevur við sær øking av umdømisvaldum í stóru valdømunum (Suðurstremoy og Eysturoy) og minking í smáu valdømunum (Suðuroy/Sandoy) og (Vágoy/Norðstreymoy). Hetta hevur við sær, at lokal umboðanin verður veikari, serliga kann Sandoyggin koma at vera við sviðið soð, tí Suðuroyggin hevur lutfallsliga størri fólkatal. Og áhugamálini hjá hesum báðum oyggjunum kunnu vera ymisk. Sum eg havi nevnt frammanfyri er rættari vegurin at fara heldur at luta færri umdømisvald til stóru valdømini. Eftir míni metan er veikleikin við uppskotinum bæði ein samanlegging av valdømum og nógvar umdømisvaldar til størri økini.
Mítt uppskot
Høvuðsinnihaldið í mínum uppskoti er, at verandi valdømi verða varveitt, at smáu valdømini varveita sínar umboðanir, ein lækking av umboðunum í stóru valdømunu, ein hækking til 33 tingumboð tilsamans og at eykavaldu umboðini vera 9 í staðin fyri nú 5. Uppskotið sær soleiðis út:
Norðoya valdømi4valdømisvaldir
Eysturoya valdømi4valdømisvaldar
Norðstreymoyar valdømi2valdømisvaldar
Vága valdømi2valdømisvaldar
Suðurstreymoyar valdømi6valdømisvaldar
Sandoyar valdømi2valdømisvaldar
Suðuroyar valdømi4valdømisvaldar
Tilsamans24valdømisvaldar
Harafturat koma í mesta lagi9eykavaldir
Hetta gevur tilsamans max.33tingmenn
Hendan skipanin tryggjar øllum valdømum umboðan, eisini teimum við lítlum fólkatali. Hinvegin vilja tey stóru valdømini, sum lutfallsliga fáa færri valdømisvaldar, fáa teir flestu av teim eykavaldu. Við fleiri eykavaldum verður tryggjað, at tann politisk/ideologiska umboðan verður lutfallsliga røtt, tað vil, at flokkarnir fáa lutfallsliga tingmannatal eftir sínum samlaðu atkvøðum fyri alt landi, meðan teir umdømisvaldu í smærru valdømnum tryggja lokalu áhugamálunum góðar umstøður. Annars skal eg eisini viðmerkja, at eg dugi ikki at síggja at ein broyting frá d`Hondts roknihátti til Sainte-Lagues gevur nakra serliga meining og skuldi væl veri óneyðug.
Um hendan skipanin hevði verið nýtt við seinasta val í 2004 hevði úrslitið verið hetta;
ABCDEHTotal
Norðoya valdømi1.4346027412648491484038
2114
Eysturoya valdømi1.2172.0121..2545291.2544666.732
11+11+11+14+3
Norðstreymoyar vald.53166348960582782.403
+1112+1
Suðurstreymoyar vald.2.0412.6382.2675273,07678811.337
1+12+11+12+16+4
Vága valdømi53266337339263791.949
112
Sandoya valdømi25910532622285261.023
112
Suðuroya valdømi5168181.47120581743.480
1214
________________________________________________
Total6.5307.5016.9211.4616.8901.65930.962
5+26+26+1+17+0+224+8
Hendan valskipanin hevði givið størsta flokkinum í atkvøðutali, Sambandsflokkinum, 8 tingmenn móti 7 eftir galdandi skipan. Hinvegin hevði Tjóðveldisflokkurin fingið 7 tingmenn og ikki 8, sum hann fekk eftir galdandi skipan. Tingmannabýtið hevði sostatt verið "rættvísari" í mun til atkvøðubýtið. So vítt eg dugi at meta um vil hjálagda uppskot altíð geva eitt rætt býti útfrá samlaðu atkvøðutølunum fyri alt landið.
Eftir frammanfyristandandi uppseting vil hvør tingmaður hjá teim ymsu flokkunum kosta í atkvøðum:
A. Fólkaflokkurin933 atkv.
B. Sambandsflokkurin938 atkv.
C. Javnaðarflokkurin989 atkv.
D. Sjálvstýrisflokkurin1.461 atkv.
E. Tjóðveldisflokkurin984 atkv.
H. Miðflokkurin830 atkv.
Orsøkin til, at Sjálvstýrisflokkurin hevur dýrasta tingmannin, er, at hann júst ikki náddi upp á brotspartin 1,5 fyri tað ein umdømisvaldur kostaði við útrokningini. Hinvegin kom Miðflokkurin uppá 1,7 og fekk sostatt 2 manns og harvið eisini teir "bíligastu". Hjá teim størru flokkunum eru tølini rættiliga jøvn.