Tíggjunda skúlaárið í fólkaskúlanum er so líðandi vorðið ein glæntrileikur. Breytatilboðini, sum skuldu menna og málrætta innihaldið í 10.flokki, virka bara í ávísan mun. Flokkarnir eru ov lítlir og lærarakreftir/førleikar mangla. Tá man í síni tíð innførdi hugtakið eindarskúlan kom eisini ein valskipan, so næmingar í framhaldsdeildini, í størstan mun, kundu velja lærugreinir av áhuga. Ætlanin var at fáa homogenar bólkar, so frálæra á hóskandi støði rakk øllum næmingum. Hendan skipan hevur ongantíð virkað. Eisini her eru flestu eindir ov lítlar. Og kann allur áhugi (manglandi áhugi) yvirhøvur nøktast innan traditionella skúlan? Stórir trupulleikar standast, serliga í eldru árgangunum, har næmingar við ymiskum áhuga og sera ójøvnum førleikum tilvildarliga eru flokkaðir.
Alt fleiri næmingar í 9. flokki eru tí farnir at ivast í, um 10. skúlaárið er ómakin vert. Er hugurin til miðnámsskúlar, so er tað ein loysn, og tað velja fleiri. Men tannárini eru, sum øllum kunnugt, merkt av stórum iva og tvídrátti. Summi velja tí ein eftirskúla. At fara av landinum kann vera mennandi, men sanniliga eisini møtumikið hjá so ungum fólkum. So ein eftirskúli í Føroyum hevði komið væl við.
Vóru nóg høg mál sett, kundi eftirskúlin verið eitt veruligt alternativ til fólkaskúlan. Eg hugsi um góð høli og útgerð, men allarmest um fjøltáttaðar læraraførleikar. Tað kundi verið innan list, margmiðlar, handverk, heimsspeki og mangt annað. Eitt mennandi læruumhvørvi og eitt veruligt tilboð til ungdómar.
Kanska verður trupult at fáa ein breiðan lærarahóp í Suðuroynni, men tað øvugta kann eisini hugsast, at har eru talentir, ið, sum er, ikki hava høvi at royna seg. Fyri næmingarnar (sum ikki eru úr Suðuroy) er fjarstøðan ein forðing fyri at flýggja í skundi, skuldi onkur trupulleiki stungið seg upp. Næmingurin er hjástaddur bæði so og so.
Men nú hava politikkarar stungið halan millum beinini. Teir duga einki endamál at síggja í hesum ætlaða skúla. Tó, býttir eru teir ikki, tí upphæddin teir hóast alt játta til ætlanina er ein táta, sum at enda ger, at arbeiðsbólkurin leggur frá sær. Eitt nógv brúkt og smart triks, tí so kunnu vit framyvir lasta arbeiðsbólkin fyri manglandi ditt og datt. Tað vóru í hvussu er ikki politikkararnir, ið søgdu nei. Ein annar spurningurin er so um fólkaskúlin kann halda fram, sum um einki er broytt.