KRIS má styrkjast

Nógv er hent, síðani felagsskapurin KRIS varð settur á stovn. Felagsskapurin hevur hjálpt eina rúgvu av fólki, men í dag er tørvur á broytingum, staðfestir forkvinna fyri norskum meginfelag fyri kreppumiðstøðir

Gvøðbjørg West, forkvinna í KRIS, sigur, at tá KRIS varð stovnað, vóru tað mong, sum søgdu, at tað var fjas, tí slíkt fór ikki fram í Føroyum. Men seinastu árini er henda síðan  av føroyska samfelagnum komin fram í ljósi.

- Vit tordu at seta hol á hetta. Og í dag vita vit, at hetta er ein risastórur trupulleiki  – eisini í okkara góða landi, staðfestir Gvøðbjørg West.

- Kynslig misnýtsla skal talast í hel, ikki tigast í hel. Og fólk, sum eru misnýtt, hava brúk fyri menniskjum, sum tora at vera, har sum tey eru, og sum tora at rúma hesa myrku síðu av veruleikanum. Og tey hava brúk fyri einum samfelagið, sum ikki letur eyguni aftur fyri, at her og nú hava vit børn í millum okkum, sum líða undir kynsligum ágangi, sigur Gvøðbjørg West.

Hon staðfestir, at KRIS hevur gjørt eitt stórt arbeiði. Men nú er tíð upp á, at myndugleikar koma inn og vísa ábyrgd, heldur hon. Leiðarin fyri norska meginfelagið fyri incest hjálparmiðstøðir, Bjørg Nielsen, er samd.


KRIS avkristnað

Bjørg Nielsen heldur, at bæði KRIS og føroysku myndugleikarnir hava brúk fyri at flyta seg.

- KRIS hevur brúk fyri at niðurtóna kristnu síðuna, soleiðis at øll ynskja at søkja sær hjálp hjá teimum, og fyri at tryggja, at religión og kynslív ikki verður blandað saman. Men samstundis má samfelagið traðka til og stuðla tí vitan og tann førleika, sum felagskapurin hevur bygt upp, sigur norksi leiðarin.

KRIS byrjaði sum ein kristin felagskapur, men Gvøðbjørg West sigur, at hetta er broytt. K’ið í KRIS stendur ikki longur fyri kristilig men krisu. KRIS merkir: Krisu Ráðgeving fyri Incest og Siðamisbrot, sigur Gvøðbjørg West

Í Noreg eru allar tær tjúgu miðstøðirnar, sum taka sær av fólki, sum hava verið kynsliga misnýtt, alment fíggjaðar. Í 2007 var henda upphædd 62,7 milliónir krónur. 110 starvsfólk arbeiða á norsku støðunum, og tey eru øll lønt.

- Miðstøðirnar hava stóran týdning, tí har er gáttin lág, og øll sum ynskja, fáa hjálp. Hetta lættir um hjá almennu skipanini, og tryggjar hjálp til fólk tað løtuna, sum tey hava brúk fyri tí, staðfestir Bjørg Nielsen.