Fiskifrøðingarnir í Grønlandi rópa varskó, tí rækjustovnurin í Vesturgrønlandi er í minking. Í ár hava skipini loyvi at fiska 155.000 tons av rækjum undir Vesturgrønlandi, men nú mæla fiskifrøðingarnir politikarunum til at skerja kvotuna niður í 110.000 tons. Og tað er neyðugt, sigur Helle Siegstad, deildarleiðari á Grønlands Naturinstitut:
-Allar upplýsingar vísa, at fiskiskapurin er versnaður mest í Suðurvesturgrønlandi. Tað hevur havt við sær, at trolararnir royna á færri leiðum og eru fluttir longri norður. Tað ger, at veiðan fyri hvønn troltíma er lutfalsliga góð, sjálvt um tilfeingið er minkandi. Tað, sum vit hava sæð í ár, líkist umstøðunum seinast í nítiárunum.
Undir Eysturgrønlandi er støðan frægari, og fiskifrøðingarnir mæla til at loyva skipunum at veiða tað sama sum í ár, 12.400 tons.
Arbeiðspláss rúka
Tilmælið um at skerja rækjukvotuna úr 155.000 í 110.000 tons næsta ár fellur ikki í góða jørð hjá Royal Greenland. Felagið hevur fýra rækjutrolarar og trý rækjuvirkir. Tað gevur 452 arbeiðspláss, men verður rækjukvotan skerd so nógv, sum fiskifrøðingarnir mæla til, fer tað uttan iva at kosta arbeiðspláss, sigur stjórin í Royal Greenland, Flemming Knudsen, við grønlendska útvarpið.
Hann ásannar, at tað er rætt at áseta kvoturnar eftir teimum lívfrøðiligu ráðunum, men at tað er ein trupulleiki fyri vinnuna, um kvotan verður skerd so nógv í einum, sum tilmælið sigur. Slíkt kann fáa stórar avleiðingar, og stjórin heldur, at tað hevði verið rættari at skarva 10 prosent av kvotuni um árið tey næstu trý árini.
-So høvdu vit kunnað laga okkum eftir teimum broyttu umstøðunum. At skarva so nógv av kvotuni í einum kann fáa sera óhepnar avleiðingar, og vit fara at greiða heimastýrinum frá okkara hugsan, sigur Flemming Knudsen við KNR.
Ov stór skerjing
Á fiskivinnu- og útflutningsdeildinmi hjá grønlendska arbeiðsgevarafelagnum eru tey heldur ikki serliga fegin um tilmælið hjá fiskifrøðingunum um rækjufiskiskapin næsta ár.
-Vit hava sæð, at rækjufiskiskapurin er versnaður, so vit høvdu væntað, at kvotan skuldi skerjast. Men eftir okkara tykki hava fiskifrøðingarnir tikið í so rívan til, soleiðis sum vit lesa tølini, sigur deildarformaðurin Søren Brandt við KNR. Hann ger tó vart við, at arbeiðsgevarafelagið fer ikki at seta seg upp ímóti tí lívfrøðiliga tilmælinum.
-Men hetta verður ein beiskur biti at svølgja, sigur Søren Brandt.