Fótbóltur
KÍ og GÍ hava ikki tað stóra at spæla fyri í Formuladeildini. Bæði liðini eru leys av niðurflytingarvandanum, og hvørki av liðunum kann náa liðunum, sum eru stødd langt frammanfyri.
Tí var dysturin í Klaksvík sunnudagin ein stór avbjóðing fyri spælararnar. Hvør hevði motivatiónina til at vinna ein dyst, sum hevði lítið at siga, og sum varð spældur í illfýsnum veðri.
Her var GÍ nógv tað grammara liðið, og gøtumenn vunnu stórsigur á teimum illa uppløgdu klaksvíkingunum.
Fyrri hálvleikur var rímiliga javnur, men GÍ hevði gott tak á miðvøllinum. GÍ’arnir vóru skjótari á leysum bóltum, teir vunnu nógvar nærdystur, og so komu teir til einstakar kjansir.
Í løtum vóru glottar at hóma á KÍ-liðnum, men tann ferðin og tann innsatsur, sum eyðkendi liðið fyrr í summar, var als ikki til staðar.
GÍ var vandamiklari
KÍ var sjálvt við til at seta GÍ í gongd. Ein langur bóltur fram í KÍ-brotsteigin tóktist vandaleysur. Jan Andreasen hevði tak á støðuni, men tann ídni Christian Lundbjerg fekk lirka bóltin frá honum, og tá hann spældi upp á tvørs í broteignum, segði álopsfelagin Hendrik Rubeksen takk fyri og sendi bóltin í málið til 1-0.
KÍ hevði lítið at bjóða upp á í fyrra hálvleiki. Onkra einstaka ferðina var eitt sindur av vanda á ferð eftir innlegg, men opni kjansurin kom ongantíð.
Í seinna hálvleiki var myndin tann sama. Heimaliðið kom ikki upp í ferð, og GÍ helt á fram við sínum ágangandi spæli. Tá ið ein lítil tími var spældur, økti Christian Lundbjerg upp í 2-0 eftir innlegg úr vinstru.
KÍ royndi at svara aftur og hevði sína frægastu løtu eftir hetta málið, men Geza Turi hevði tvær góðar bjargingar, og so hevði heimaliðið ikki meira skjúts.
Sverri Jacobsen stútaði eitt hornaspark í málið eitt korter fyri tíð, og so setti Hendrik Rubeksen puntum, tá hann gjørdist leysur, fintaði málmannin og sendi í tóma málið til 4-0.
GÍ-spælararnir kundu fara stoltir aftur til Gøtu, meðan teir á heimaliðnum kundu sníkja seg undir brúsuna og so heim at sleikja sárini eftir dyggasta ósigurin í hesum kappingarárinum.










