fór hann á sjómansskúlan og tók stýrimans- og skipsføraraprógv á Føroya Sjómansskúla, og var hann í tí árganginum, ið tók tað fyrsta skipsføraraprógvið á Føroya Sjómansskúla, og varð hetta á jólum í 1962 [...] Tað vóru eini skelkandi boð, ið bórust okkum á miðdegi mánadagin 8. apríl, tá vit fingu boðini um, at Jóhan hevði fingið eitt hóttafall, meðan hann stóð so lívsfróður í túninum og tosaði við ein av grannunum [...] fluttur á Landssjúkrahúsið til viðgerðar, so broyttist støðan ongantíð til tað bedra, men sunnudagin summarmáladag 14. apríl, andaðist hann stillisliga, 63 ára gamal. Jóhan var ættaður av Sevlendi á Strondum
–Vit eru hampiliga væl nøgd við árið og rakstrarúrslitið á 1.378.000.000,00, segði Regin Jacobsen, stjori í Bakkafrosti, í tíðindunum á Rás2 í kvøld. –Útlitini fyri restina av árinum eru góð. Vit eru í [...] Fyrr í ár segði Bakkafrost 147 fólk úr starvi á Góðskingarvirkinum á Glyvrum, sum var ein avleiðing av, at Bakkafrost nú roynir at tillaga vøruna, so hon er kappingarfør. –Føroyskur laksur hevur stórt [...] í eini støðu nú, har útboði av laksi økist við 16-17 prosentum. Eisini rokna vit við, at fyrra hálva árið kann verða eitt sindur upp og niður, tí útboðið av laksi økist í Kili og í Noregi, sigur hann.
formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar býráð. – Eg vóni, at tað merkir, at vit nú eru á gáttini til at fáa fyrstu lutaíbúarverkætlanina til veruleika í Havn, sigur Tróndur Sigurðsson [...] áhugaðum at byggja ein luta- og leiguíbúðarbygning við Villingadalsvegin í Havn, og nú loksins hevur ein áhugaður bitið á. – Vit hava fingið eitt tilboð, sum verður viðgjørt í løtuni, sigur Tróndur Sigurðsson [...] komandi mánaði. – Eg eri øgiliga spentur upp á lutaíbúðirnar, tí tað er tað, sum vit mangla her í Havn, sum er eitt alternativ afturat, sigur hann. Umsitingin skal nú greina saman við tí, sum hevur bjóðað, hvussu
fingið ein góðan sáttmála tí nú eru eini tvey ár síðani, at samráðingarnar byrjaðu og tey tøl, sum lógu á borðinum tá, eru onnur tøl enn tað er hugsandi, at tey arbeiða við nú. Men tað kom stígur í, tí [...] - Sum støðan er nú, eru vit ikki sinnaðir at samráðast saman við Starvsmannafelagnum um nýggjan sáttmála fyri portørarnar. Tað sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Sum tað sæst í aðrari [...] Fyri at sleppa undan eini keðiligari støðu, gingu vit við til fleiri útsetilsi, men fyrstu ferð, vit bóðu um tað, varð tað noktað. Mist møguleikan Og nú sigur hann, at Havnar Arbeiðsmannafelag er ikki sinnað
og vit kunnu ikki rokna við, at inntøkurnar úr svarta gullinum renna inn á okkum í meira enn eina hálva øld. Tí var tað gott, at nakað av stígi kom í eufori´ina fyri árum síðani, soleiðis, at vit í hvussu [...] Á leið soleiðis fyrikemur mær eufori´in, táið føroyingar fáa fyrstu vónirnar um, at olja møguliga er at finna undir havbotninum á okkara leiðum. Stríðið fyri rættinum til havbotn og undirgrund var sjálvsagt [...] tekur sálarliga kenningin alt meira dik á seg. Táið so strukturar av rætta slagnum koma í sjóvarmálan, úr eini boring í egnum øki, gongur tað skjótt. Alt er á gosi, Føroyar ávegis at verða eitt Kuwait
yvirgang og annað ósøguligt møsn í mánaðavís?INNTIL, ja, haldið nú fast, hann hevur verið á mafiuoynni Siciliu á minnilutafundi og yviri í ST á eini dansktfíggjaðari útferð saman við einum donskum professara [...] Mohr Dams!!! Nú var tað utopiska hent, minni enn tvey ár eftir, at Jóannes kongsbóndi var farin undir grønu torvu. Vit síggja kring okkum, hvussu t.d. Hetland, Orknoyggjar og onnur lond eru mentanarliga [...] Skaale hevur á síni ST-ferð fingið tey dølsku tjóðveldiseyguni upp og skrivar nú hámur og skammarplágaður í blaðnum Fregnir (orðið merkir slatur og sleyg), at hann hevur funnið út av og er komin til tað s
Svimjifelag, har serliga nevndin nú noyðist at leggja nógv fyri. ? Vit hava ikki sett nakran nýggjan venjara enn, so fyribils royna vit at klára okkum við teimum kreftum, vit frammanundan hava í felagnum. [...] arbeiðið sjálvboðið, men soleiðis mugu vit royna at klára okkum nú. Nógvar kappingar eru fyri framman, og sum vant ætlar Havnar Svimjifelag at vera uppií, tá tær eru. Og felagið fer heilt vist at fullføra [...] aðrar orsøkir til, at vit loystu venjaran úr starvi. Yvirhøvur havi eg lítlan hug at tosa um tað, sigur formaðurin í Havnar Svimjifelag, Hans Andrias Djurhuus. ? Vit í felagnum eru ógvuliga kedd av tí,
her og nú. Sum høvundur hevur Jostein Gaarder, sum er føddur í 1952, gingið nýggjar leiðir, og stóra styrkin í bókum hansara er eitt nú, at hann megnar at seta viðkvæmar og truplar spurningar á ein hátt [...] sjúk og verður ikki frísk. Jólini eru fyri, men hon orkar ikki at vera uppi. Hon skrivar tankar sínar í kinesisku dagbókina, sum hon hevur fingið frá einum lækna á sjúkrahúsinum. So við og við sær hon [...] ógvuliga væl móttikin. Beint sum hon var útkomin í Týsklandi í 1996, endaði bókin á metsølulista. Bókin er eisini komin út í øðrum londum. Sum í spegli, sum í gátu verður í løtuni gjørd til film. Sum í
fyrr, og hvussu tað er nú. Føroyar eru nú nógv meira eitt vanligt vestureuropeiskt land, enn tað var áður. Fyrr hendi ikki so nógv, og tað vóru góðar stundir til ein sølumann. Nú gongur alt so nógv skjótari [...] fyri. Og so fóru vit avstað til Havnar í ringum veðri. Vit koyrdu eftir oynni, men tíbetur, vit komu til Havnar í øllum góðum, men tað var ein minniligur túrur, fortelur Erling. - Tey á Hafnia plagdu altíð [...] Gissur er ein av bestu vinunum hjá mær og Elsu, og vit hava nógv samband við hann. - Á Hotel Hafnia hava vit havt eitt heim í Føroyum. Har hava vit fingið slíka viðferð og tænastu, sum eg aldrin havi
Nattestad. Aðrar mekanismur ávirka Um vit hyggja nærri at gongdini á prísinum á brennievni, og samanbera hann við gongdini á prísinum á ráolju, síggja vit at lutfallið á prísvøsktrinum ikki er tað sama. Tann [...] tølunum síggja vit at prísurin á brennievni til bilar fylgir trendinum, men ikki veksur ella minkar líka skjótt sum prísurin á ráolju. - Tað eru eisini nakrar aðrar mekanismur sum spæla inn, tá vit tosa um diesel [...] - Hesin túrurin, har oljuprísirnir fyrst eru farnir á flog, og síðan eru kollapsaðir fullkomiliga, hevur verið ein rættilig stressroynd, sum eg tó haldi at vit hava staðið, sigur Niels Juul Nattestad.