Á leið soleiðis fyrikemur mær eufori´in, táið føroyingar fáa fyrstu vónirnar um, at olja møguliga er at finna undir havbotninum á okkara leiðum. Stríðið fyri rættinum til havbotn og undirgrund var sjálvsagt, ein partur av tjóðskaparliga stríðnum, men vit fingu bara dispositiónsrættin yvir ráevnunum og ikki yvirvaldsrættin, sum eftir øllum at døma hongur neyvt saman við valdstøkuni av allari tjóðini, soleiðis, sum danir áseta viðurskifti av slíkum slagi í hvussu er.
Sohvørt sum tøknin mennir seg og áhugin fyri trároynda Norðsjónum kanska er minkandi, flytir royndin eftir svarta gullinum seg vestureftir, og sum boriplattarnir kjálka seg nærri uppat føroyska markinum, tekur sálarliga kenningin alt meira dik á seg. Táið so strukturar av rætta slagnum koma í sjóvarmálan, úr eini boring í egnum øki, gongur tað skjótt. Alt er á gosi, Føroyar ávegis at verða eitt Kuwait í Norðurhøvum. Og onkur sigur í rúsinum, at nú er fyritreytin fyri føroyska nationalstatinum komin okkum í hendi undan havbotninum. Tað er lítið mannaættin hevur lært, síðani Móses kom oman av fjallinum við talvunum.
Oljan hevur havt stóra menning við sær fyri samfeløgini í okkara tíð, sum brennievni til flutning sjó- og loftvegis, men hon er eitt tvíeggjað svørð, táið vit síggja hvussu stórur valdsfaktorur hon er vorðin fyri londini og fólkið, sum tilvildarliga býr har, sum hon spríkir upp úr svørðinum. Hon hevur verið atvoldin til stríð og bardagar, og viðurskiftini í Miðeystri siga alt um týdningin av fossila brennievninum í undirstøðukervinum og gerandisdegnum hjá m.a. okkum vesturlendingum. Sunnudagarnir í sjeytiárunum, táið tað ikki mátti akast eftir vegunum orsakað av tí, at oljusjeikarnir høvdu skrúvað eitt vet fyri ventilunum úti í arabisku oyðimørkini, siga alt um týdningin og bundnið, menniskjað er komið sær í mótvegis oljuni.
Patentrætturin til fyrsta dieselmotorin er ikki stórthundrað ára gamal, og longu nú er framleiðslan av kendum goymslum farin um even-keel. Eftirspurningurin verður vaksandi í mun til útboðið, og tá sigur øll búskaparfrøði, at prísgongdin fer til himmals. Søguliga skeiðið við oljuni, sum berandi faktori, er harvið hallandi. Vælferðin hótt, um vit ikki saðla um, og leggja okkum eftir alternativari orkunýtslu, helst úr viðvarandi keldum.
Men liggur ein fílur undir Føroyum, og hann fæst upp, hvat hendir so?
Í fyrsta umfari ræður um ikki at hyggja so selektivt at oljuni í mun til samfelagið annars, sum onkur hevði lyndið til tað fyri fáum árum síðani. Farast skal fram við hygni og størsta varðsemi, um samfelagið vit áhaldandi hava smíðað eftir egnum ynski, við egnari megi og við egnum førleika ígjøgnum øldir, ikki skal enda í eini innanhýsis balkanisering. Eini sundurtæging. Ímillum klassar, fólk og øll tey menniskju, sum óivað koma uttaneftir fyri at verða partur av hesi møguligu klondyke søgu.
Oljan er bara eitt framviðfarandi fenomen, tað hevur søgan lært okkum, og vit kunnu ikki rokna við, at inntøkurnar úr svarta gullinum renna inn á okkum í meira enn eina hálva øld. Tí var tað gott, at nakað av stígi kom í eufori´ina fyri árum síðani, soleiðis, at vit í hvussu er bæði mentalt og verkliga fáa brynjað okkum til eina óvanliga tíð, við tíðaravmarkaðum eyka inntøkum. Ikki tí, hetta samfelagið er í meira enn eina hálva øld skeiklað av deyðum kapitali úr danska ríkiskassanum, men allir politiskir flokkar eru so smátt farnir at hugsa um ein sjálvberandi búskap, tvs. ein búskap, sum fæst úr egnum høvdi og hondum og tí tilfeingi, sum ført er fyri at endurnýggja seg sjálvt. Tað er ógvuliga umráðandi, at vit gera neyðugu bygnaðarbroytingarnar, sum kunnu menna hetta samfelagið uppaftur meira, úr egnum og viðvarandi jørðildi, áðrenn vit taka støðu til hvat gerast skal við fæið, sum kann fáast undan havbotninum í einum fimmti ára andarhaldi. Annars verður ilt bara verri.
Læran av ríkisveitingini er, at ákomnar inntøkur, sum ikki grógva upp úr egnari framleiðslu, hava lyndið til at fara lætt, serliga inn í rakstrarsegmentið. Trýstið á politisku skipanina er altíð proportionalt við tøkt fæ í almenna geiranum. Tað verður onki øðrvísi við ”erstatninginum”. Tí má politiska skipanin leggja hópin meira til rættis enn higartil, fyri at temja tann búskaparliga mátt, sum kemur úr eini eventuellari føroyskari oljuvinnu.
Hetland, sum følnaði í anglikanskari kolonialisering, er dømi um land, sum lítið og onki hevur fingið burturúr enntá eini rúgvismiklari oljuvinnu. Sigldi í fleiri ár við fiskaúrdráttum úr m.a. Hetlandi og Føroyum til amerikanska meginlandið, og júst um tað mundið, táið oljan tók dik á seg, fánaði fiskivinnan. Hetta merktist túr fyri túr. Kappingarførið skeiklaðist heilt av lagi, og endin varð, at meginparturin av veiðirættindunum varð avreiddur fremmandum hondum.
Tí ræður um, at peningurin, ið fæst burturúr, verður brúktur til at tryggja samfelagið hjá eftirkomarunum. Í íløgur sum kunnu lyfta samfelagið longur upp á eini sjálvberandi kós. Í universitet/ir, skúlar, undirstøðukervið, mentan, tjóðpall o.a. Til hetta krevst ein grunnur, sum er vatntætt skottaður upp mótvegis landsins gamla rakstrarkassa. Finnbogi Ísakson, sáli, byrjaði longu tíðliga í nítiárunum at tosa um ein slíkan grunn, hann legði uppskot fyri tingið um hetta sama, men tað vann ikki frama. Fleiri royndir seinri hava heldur ikki rokkið á mál, eitt tekin um, at mentala gearingin ikki enn hevur flutt antennurnar soleiðis, at hon kann taka ímóti signalunum úr framtíðini.
Olja er vald. Hetta eru ikki bara tilvildarligir dropar úr kyninum á okkara gomlu jørð. Hvør løggur er løddur við valdspartiklum. Eisini politiskum. Táið vápnahvíld var fingin í lag í Yom Kippur krígnum, varð ráðstevna hildin í Socialistiska millumtjóða felagsskapinum. Í London. Har møttu fleiri av socialistisku oddvitunum í Europu um tað mundið, og Golda Meir flutti fram eina brandtalu, harið hon spurdi hvussu tað bar til, at amerikansku/ísraelsku Phantom og Skyhawks flogførini ikki sluppu at bunkra í nøkrum europeiskum landi, táið neyðugu loftbrúgvarnar skuldu etablerast og brúkast fyri at verja jødiska statin. Tá røðan var liðug, spurdi orðstýrarin, um nakar vildi hava orðið, ella um nakar hevði hug til at gera eina viðmerking. Tað ynskti ongin. Tá lat í einum, sum sat nærhendis ísraelska forsætisráharranum: ”Sjálvandi siga teir onki, røddir teirra eru kvaldar í olju.” Megin í øllum teirra flutningtólum og allari teirra vælferð lá arabisku megin markið, somikið meira undrunarverd er uppdriftin og yvirlivilsismegin í gýðverska statinum.
Tað ræður um, at svarta gullið ikki gerst ein nýggjur gullkálvur, sum sleppur at liva sítt egna lív saman við fólkinum. Leysur av natúrligu tyngdarmegini. Tá kann tað henda, sum sagt verður í aðru Mósebók, kapitul 32, ørindi 20: ”Síðan tók hann kálvin, sum teir høvdu gjørt, brendi hann í eldi og muldi hann í dust, spjaddi tað út í vatnið og læt Ísraelsmenn drekka av tí.”
Fram kemur hann ið hóvliga fer.










