Íbúðarbyggingin verður vestan fyri vegin, sum reyði pílurin vísir

Samráðast nú um bygging av íbúðum á Villingadalsvegi

Tórshavnar kommuna fer nú undir samráðingar, nú tilboð er komið upp á luta- og leiguíbúðarbygging við Villingadalsvegin í Havn.

 

Íbúðarbyggingin verður vestan fyri vegin, sum reyði pílurin vísir

Í fleiri umførum hevur Tórshavnar kommuna lýst eftir áhugaðum at byggja ein luta- og leiguíbúðarbygning við Villingadalsvegin í Havn, og nú loksins hevur ein áhugaður bitið á.

– Vit hava fingið eitt tilboð, sum verður viðgjørt í løtuni, sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar býráð.

– Eg vóni, at tað merkir, at vit nú eru á gáttini til at fáa fyrstu lutaíbúarverkætlanina til veruleika í Havn, sigur Tróndur Sigurðsson, sum leggur afturat, at verkætlanin væntandi verður løgd fyri nevndina í komandi mánaði.

– Eg eri øgiliga spentur upp á lutaíbúðirnar, tí tað er tað, sum vit mangla her í Havn, sum er eitt alternativ afturat, sigur hann. 

Umsitingin skal nú greina saman við tí, sum hevur bjóðað, hvussu nógvar íbúðir talan verður um.

Bygt verður vestan fyri Villingadalsvegin, á traðunum, sum kommunan eigur, beint við har, sum tunnilsmunnin verður til Húsareynstunnilin.

Talan er um eitt øki vestan fyri Villingadalsvegin, og har kann byggjast høgt. Sera gott útsýni verður yvir Hoyvík og Havnina. Tað eru matriklarnar 1356 og 1355, sum tilsamans eru 22.000 fermetrar til støddar.

Økið liggur í 160 metra og úr miðbýnum í Havn og niðan til økið eru beint niðan fyri tríggir kilometrar. Í økinum har á leið eru einamest bústaðir og nakrir einstakir dagstovnar.

Í bústaðarpolitikkinum fyri Tórshavnar kommunu er sett út í kortið at náa einari samanseting av bústaðarsløgum áljóðandi 60 prosent sethús, 20 prosent íbúðir og 20 prosent rað- og tvíhús innan 2030.

– Níggju ár áðrenn framrokningina kunnu vit staðfesta, at vit meiri ella minni hava nátt hesum málinum við 59 prosentum av sethúsum, 27 prosentum av íbúðum og 14 prosentum rað- og tvíhúsum, skrivar kommunan í fjør.

– Hetta vísir, at tað er sera ringt sum kommuna at planleggja, hvussu tann veruligi bústaðamarknaðurin kemur at síggja út. Tó kann kommunan gera sítt fyri at stýra planleggingini ávísar vegir, t.d. við at leggja tey kommunalu grundstykkini út til ávís endamál, skrivaði Tórshavnar kommuna.

Matriklarnir 1356 og 1355 við Villingadalsvegin eru tilsamans størri enn tvær tær ovastu gøturnar við Villingadalsvegin, Javnagøta og Korkagøta.

– Talan er tí um eitt sera stórt øki og ein heilt nýggjan býling, ið fer at liggja við endan á Villingadalsvegnum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Hvussu byggingin skal skipast er upp til tey, sum bjóða – og nú eitt tilboð er komið, fer umsitingin hjá Tórshavnar kommunu undir samráðingar við tilboðsveitaran.

– Men kravið er, at bústaðirnir skulu gerast sum luta- og leiguíbúðir, sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum.

 

Íbúðarbyggingin verður vestan fyri vegin, sum reyði pílurin vísir