Svimjing
Tað vakti miklan ans, tá Havnar Svimjifelag leygarmorgunin 19. oktober tók allar sínar svimjarar úr svimjikappingini Ægirstevnan, sum var í Klaksvík.
Orsøkin var misnøgd við nakrar kolldømingar móti svimjarum hjá felagnum kvøldið fyri, og tískil mátti kappingin gjøgnumførast uttan svimjararnar úr størsta felagnum í landinum.
Frammanundan hesum hevði Havnar Svimjifelag givið til kennar, at varð høvuðsdómarin Sørin Djurhuus ikki koyrdur frá, rýmdi felagið úr kappingini.
Men at koyra høvuðsdómaran frá, kundi ikki koma upp á tal, søgdu fyrireikararnir, og tí takkaði Havnar Svimjifelag fyri seg henda leygarmorgunin og fór avstað við øllum sínum svimjarum.
Hetta er fyrstu ferð, at nakar veit um at eitt felag er rýmt úr einari kapping, men hóast einki fordømi, hevur hendingin nú fingið fylgjur.
Havnar Svimjifelag hevur koyrt venjaran, Rók í Jákupsstovu, úr starvi sum høvuðsvenjari, og Svimjisamband Føroya hevur strikað øll úrslitini hjá felagnum á Ægirsstevnuni, umframt at nú fyrrverandi høvuðsvenjarin hjá Havnar Svimjifelag er útihýstur frá øllum kappingum, fram til smáunglingameistarakappingina, SUM, sum verður í vár.
Koyrdur áðrenn
Sum skilst, var hendingin ikki nakað, nevndin í Havnar Svimjifelag átti part í, og tí tók felagið eisini avleiðingarnar av tí, ið var hent, og segði høvuðsvenjaran hjá sær úr starvi fríggjadagin 25. oktober, dagin fyri at aðalfundur skuldi vera í Svimjisambandi Føroya.
? Tað, sum hendi í Klaksvík, var ein orsøk, men tað vóru eisini aðrar orsøkir til, at vit loystu venjaran úr starvi. Yvirhøvur havi eg lítlan hug at tosa um tað, sigur formaðurin í Havnar Svimjifelag, Hans Andrias Djurhuus.
? Vit í felagnum eru ógvuliga kedd av tí, sum hendi í Klaksvík, og nevndin er samd um, at slíkt hoyrir ongastaðni heima. Hetta er avgjørt ikki nakað, vit eru errin av, tí tað kann ongantíð vera rætt at boykotta eina kapping soleiðis.
Formaðurin í Havnar Svimjifelag sigur, at tey í nevndini hildu henda framferðarháttin vera so ógvusligan, at tað ikki kundi fara aftur við borðinum uttan at fáa fylgjur.
? Eisini hoyrdu vit undan aðalfundinum, at vit kundu vænta okkum ógvusliga revsing fyri at vera rýmd úr einari kapping. Vit vita jú frá øðrum ítróttargreinum, at lið verða tveitt úr allari kappingini, tá tey bera seg soleiðis at,, sigur Hans Andrias Djurhuus.
? Tá avtornaði, bleiv tann nú fyrrverandi høvuðsvenjarin hjá okkum útihýstur úr øllum kappingum fram til SUM, og haraftrat blivu øll úrslitini hjá okkara svimjarum á Ægirstevnuni strikað. Tað var betur sloppið, enn vit høvdu óttast fyri.
Einki fordømi
Sum nevnt, er einki fordømi at finna í føroyskari svimjing, tá tað snýr seg um at eitt heilt felag rýmir við øllum sínum svimjarum mitt í einari kapping. Tað kanska gjørdi sítt til, at revsingin til Havnar Svimjifelag ikki gjørdist so hørð.
? Tá vit hugdu at reglunum, funnu vit einki fordømi, og heldur ikki funnið vit nakað skrivligt um, hvussu farast skal fram í slíkum førum, sigur Katrin Joensen, forkvinna í Svimjisambandi Føroya.
? Sjálvandi hevur tað ávirkað okkara avgerð um revsing, men eisini hildu vit, at Havnar Svimjifelag á aðalfundinum vísti rætta hugburðin, tá nevndin reistist og bað um umbering fyri tað, sum var hent.
Katrin Joensen sigur, at nú aftaná duga øll at síggja, at tað, sum hendi í Klaksvík, var skeivt.
? Eg trúgvi ikki, at slíkt sum hetta fer at henda aftur, men kortini arbeiða vit við at savna allar reglurnar hjá okkum saman, so vit í øllum førum hava svart upp á hvítt í lógartekstinum, hvussu farast skal fram.
Hon nevnir í hesum sambandi, at Svimjisamband Føroya er í holt við at savna allar reglur og lógir, nú arbeitt verður við at gera føroyskt tilfar til bæði dómarar og hjálparfólk at arbeiða eftir.
Eingin venjari settur
Hóast tey eru sera hørm og skammast yvir tað, sum er farið fram, halda tey fram við sínum arbeiði í Havnar Svimjifelag, har serliga nevndin nú noyðist at leggja nógv fyri.
? Vit hava ikki sett nakran nýggjan venjara enn, so fyribils royna vit at klára okkum við teimum kreftum, vit frammanundan hava í felagnum. Men hetta merkir sjálvandi fyri okkum í nevndini, at vit hava munandi meira at gera, enn annars, sigur formaðurin, Hans Andrias Djurhuus.
? Nú noyðast vit eisini at taka okkum av tí umsitingarliga og annars røkja aðrar uppgávur, sum vanliga liggja hjá høvuðsvenjaranum. Tað er sjálvandi eitt mark fyri, hvussu nógva tíð foreldur og onnur í nevndini hava til at gera hetta arbeiðið sjálvboðið, men soleiðis mugu vit royna at klára okkum nú.
Nógvar kappingar eru fyri framman, og sum vant ætlar Havnar Svimjifelag at vera uppií, tá tær eru. Og felagið fer heilt vist at fullføra hvørja einastu av øllum hesum kappingunum, sum eru!