–Vit eru hampiliga væl nøgd við árið og rakstrarúrslitið á 1.378.000.000,00, segði Regin Jacobsen, stjori í Bakkafrosti, í tíðindunum á Rás2 í kvøld.
–Útlitini fyri restina av árinum eru góð. Vit eru í eini støðu nú, har útboði av laksi økist við 16-17 prosentum. Eisini rokna vit við, at fyrra hálva árið kann verða eitt sindur upp og niður, tí útboðið av laksi økist í Kili og í Noregi, sigur hann.
Fyrr í ár segði Bakkafrost 147 fólk úr starvi á Góðskingarvirkinum á Glyvrum, sum var ein avleiðing av, at Bakkafrost nú roynir at tillaga vøruna, so hon er kappingarfør.
–Føroyskur laksur hevur stórt virði, gott umdømi og eitt sterkt brand, og tað mugu vit eisini fáa við liðugtvørunum. Soleiðis at vit ístaðin fyri at selja láprís til útimarknaðir klára at selja meir sum brandaðar vørur til kundar, sum vilja rinda ein góðan prís, sigur hann.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra alla samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Regin Jacobsen í tíðindunum á Rás2 í kvøld.