Tað vóru eini skelkandi boð, ið bórust okkum á miðdegi mánadagin 8. apríl, tá vit fingu boðini um, at Jóhan hevði fingið eitt hóttafall, meðan hann stóð so lívsfróður í túninum og tosaði við ein av grannunum, og at tað stóð um lív.
Hóast Jóhan kom undir læknahond beinanvegin, og bleiv fluttur á Landssjúkrahúsið til viðgerðar, so broyttist støðan ongantíð til tað bedra, men sunnudagin summarmáladag 14. apríl, andaðist hann stillisliga, 63 ára gamal.
Jóhan var ættaður av Sevlendi á Strondum, fór sum flest allir unglingar tá í tíðini til skips, tá skúlatíðin var av, og sigldi hann bæði við sluppum og trolarum.
Tá Jóhan hevði verði til skips í nøkur ár, fór hann á sjómansskúlan og tók stýrimans- og skipsføraraprógv á Føroya Sjómansskúla, og var hann í tí árganginum, ið tók tað fyrsta skipsføraraprógvið á Føroya Sjómansskúla, og varð hetta á jólum í 1962, í tí nýggja bygninginum hjá Føroya Sjómansskúla í Nóatúni, sum sama árið varð tikin í nýtslu.
Jóhan varð giftur við Nanzy Justesen úr Hvannasundi, tey fingu trý børn, dóttrina Sólrun og synirnar Jan og Jón, og barnabørnini eru tvey.
Tá Jóhan hevði lokið skipsføraraprógv, fór hann út at sigla í danska handilsflotanum, byrjaði sum stýrimaður, men hevur tey seinastu mongu árini siglt sum skipari. Jóhan gavst fyri fýra árum síðani, og tey seinastu árini hevði hann verið skipari á hjálparskipið í oljuvinnuni.
Tey fyrstu árini búðu Jóhan og Nanzy á Strondum, men í 1983 fluttu tey til Havnar, og komu at búgva í grannalagið okkara.
Her í grannalagnum varð Jóhan ein stór gøtumynd, har hann tók sær stundir, at koma útum, at skifta orð um alt, ið rørdist í samfelagnum, og hevði hann altíð eina greiða meining um øll viðurskifti, hann duldi ongantíð síni sjónarmið, men hevði somuleiðis tær góðu gávur, at virðismeta høgt hugsjónir hjá øðrum.
Men serstakliga áhugavert varð at hoyra hann at greiða frá sínum langa lívið á sjónum, har hann hevði siglt knøttin runt fleiri ferðir, og varð tað við stórum áhuga, at lurta bleiv eftir honum, sum dugdi so væl, og tók sær stundir, at gerað allar hendingar, ið hann hevði uppliva, so livandi og innihaldsríkar.
Tann 1. september 1993 byrjaði felagsskapur okkara, sum í dag verður róptur Gongubólkurin, at virka. Í hesum felagsskapið var Jóhan ein trúfastur felagslimur, hóast at hann ikki luttók í gongutúrum, so gekk hann við lív og sál uppí hendan felagsskap, við at møta upp hvørt kvøld kl. 21:50 aftaná gongutúrin, og setti fundin aftaná við onkrum altíð áhugaverdum evni, og um einki aktuelt evni varð at viðgerða eitt ávíst kvøld, so tók hann fram okkurt, ið hann hevði uppliva úti í stóru verð. Hetta prátið eftir gongutúrin plagar at vara millum hálvan og ein tíma, men gekk prátið gott, og nógv evnir vóru á loftið, so kundi tað mangan líða út ímóti miðnátt, áðrenn menn fóru til hús.
Fastur táttur í felagsskapið okkara, umframt at møta hvørt kvøld kl. 21:15 til gongutúr, er ársaðalfundurin á trettanda 6. januar, og tríggjar árligar veitslur. Turrur fiskur, grind og spik á fastalávint, líraveitslan og jólaveitslan. Til allar veitslur átók Jóhan sær altíð at matgerða, og fekk hann tí heiti ímillum okkara »kokkurin«. Áhugavert varð at síggja hvussu væl Jóhan tilgjørdi matin, røkinskapur og reinsemi varð í hásæti. Til jólaveitsluna bleiv tað ræsta kjøtið skorið sundur og væl reinsa kvøldi fyri og sett í vatn, so hetta skuldi verða bleytt og vælsmakkandi kvøldi eftir. Tá borðhaldið var liðugt, og farið bleiv gongutúr, varð Jóhan áleinaður eftir og átók sær alt uppvask og annað, og hevði kaffi við dessert omaná klárt, tá komið bleiv aftur frá gongutúri.
Á ársaðalfundinum í ár á trettanda kom Jóhan við uppskotið um at innføra fast í Gongubólkinum, at líraveitslan skuldi verða tað fríggjakvøldi í september, sum lá nærmast 15. í mánaðinum, og jólaveitslan skuldi liggja fast seinasta fríggjakvøldi fyri jól, soleiðis at allir limirnir vistu, alt árið runt, nær veistlur okkara vóru, og bleiv hetta eisini einmalt samtykt. Á hesum sama fundi bleiv skotið upp, at Gongubólkurin skuldi gerað ein vikuskiftistúr út til Svínoyar í mai, og siglast skuldi beinleiðis úr Havn við báti hjá einum av limunum, og tá vikuskiftið var fastlagt, so skuldi Jóhan rokna út sjóvarfall og streym, og finna útav, nær fráferð skuldi verða úr Havn seinnapart fríggjadag og nær fráferð skuldi aftur verða úr Svínoy seinnapart sunnudag, so siglitúrurin skuldi ganga skjótt báðar vegir. Jóhan gleddi seg ómetaliga nógv til Svínoyartúrin, og hesa seinastu tíðina spurdi hann javnan, nær Svínoyartúrurin skuldi gerðast.
Vit standa spyrjandi og fata als ikki hví hetta skuldi henda, at vit so brádliga skuldu missa okkara trúfasta vin, sum var so lívsfróður, og raskur í øllum. Altíð til reiðar at veita eina hjálpandi hond til øll í grannalagnum, og Jóhan hevði eisini tær ómetaligu góðu gávur, at hann var arbeiðssamur og brúkti skil og skynsemi við øllum, ið hann tókst við. Tað sum serliga sermerkti Jóhan var, at hann var av tí rættað gamla skúlanum, einki skuldi koyrast burtur, men nýtsla skuldi og kundi fáast burturúr øllum.
Tað var so suttligt at síggja, hvussu glaður hann var, at hann var hildin uppat at sigla, og kundi nú taka sær av løttum heima saman við konu, børnum og abbabørnum. Fyri tveimum árum síðani kom fyrsta abbadóttir, og fyri bara trimum mánaðum síðani kom fyrsti abbasonur. Tað sum nívdi Jóhan eitt sindur var, at abbabarnið var so langt burturi, tí at sonurin læs og búði niðri, men hesa seinastu tíðina gleddi hann seg yvir, at dóttirin, sum eisini hevði lisið og búð niðri í fleiri ár, nú hevði keypt hús í Havn og skuldi flyta heimaftur at búgva við abbasoninum uppá tríggjar mánaðir, Jóhan hevði eisini hesa seinastu tíðina arbeitt og fjálga um uppá húsini hjá dóttrini. Men soleiðis skuldi ikki verða, bara eina viku slapp hann at uppliva, at dótturin var komin heimaftur og ein abbasonur varð at spæla við. Alt er so ófatuligt og óskiljandi, várið er komi í hæddina, alt er byrja at blóma, summarið stendur í durunum, og vit vóru so smátt byrjaði í grannalagnum at arbeiða uttandura í garðinum, nú Jóhan so brádliga skuldi fara frá okkum, og standa vit spyrjandi eftir, hví slíkt skal henda.
Saknurin og tómrúmið í felagsskapið okkara, og í grannalagnum her í Tjarnarlág er stórt, men uppaftur størri er hetta hjá tykkum góða Nanzy, Sólrun, Jan og Jón, sum mist hava ein góðan og trúfastan mann, pápa og abba, og sum eisini elskaði tykkum so høgt.
Tankar okkara eru hjá tykkum øllum í hesi stóru sorg tykkara, sum rakti tykkum so brádliga og óskiljandi, við ynski um, at Harrin ríkliga skal signa og styrkja tykkum í sorgini.
Við hesum orðum vilja vit í Gongubólkinum lýsa frið og æru yvir minnini um kæra og trúfasta vin okkara Jóhan Joensen.
Vit í Gongubólkinum










