Sum í spegli, sum í gátu

Útgáva

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út bókina Sum í spegli, sum í gátu eftir Jostein Gaarder. Laura Joensen týddi úr norskum.


Sum í spegli, sum í gátu er ein heit, vøkur og opinskárað søga um at liva og doyggja.
Søgan er um Silju, sum er álvarsliga sjúk og verður ikki frísk. Jólini eru fyri, men hon orkar ikki at vera uppi. Hon skrivar tankar sínar í kinesisku dagbókina, sum hon hevur fingið frá einum lækna á sjúkrahúsinum. So við og við sær hon, at tá ið mamman, pápin og hini ikki eru til staðar, er ein eingil hjá henni. Eingilin Áriel og Silja byrja at tosa saman. Silja roynir at fáa Áriel at avdúka himmalskar loynidómar, og Áriel greiðir henni frá um lívsins gátur, og um, hvussu heimurin er settur saman. Og Silja lærir hann, hvussu tað er at vera menniskja. Samrøðurnar teirra millum flyta Silju burtur frá sjúkrasongini og lyfta lesaran inn í eina søgu, sum til tíðir er døpur, men ongantíð vónleys. Eitt ævintýr um deyðan verður til ein dreym um ódeyðiligleika, og fær lesaran at fegnast og frøast um lívið her og nú.
Sum høvundur hevur Jostein Gaarder, sum er føddur í 1952, gingið nýggjar leiðir, og stóra styrkin í bókum hansara er eitt nú, at hann megnar at seta viðkvæmar og truplar spurningar á ein hátt, sum børn fata. Í 1996 gav Bókadeild Føroya Lærarafelags út Jólagátan og í 1999 Kabálgátan eftir Jostein Gaarder. Skaldsøgan, sum gjørdist gjøgnumbrotið hjá Gaarder, Sofies Verden, verður eisini týdd til føroyskt. Hendan bókin hevur ligið ovast á metsølulistum í nógvum londum, er týdd til 44 mál og er seld í meiri enn 16 milliónum eintøkum. Í 1995 var hon mest selda skaldsøgan í heiminum.
Fyri bókina Sum í spegli, sum í gátu fekk Jostein Gaarder í 1993 Bókhandlaravirðislønina, og í fleiri norðurlondum er bókin ógvuliga væl móttikin. Beint sum hon var útkomin í Týsklandi í 1996, endaði bókin á metsølulista. Bókin er eisini komin út í øðrum londum. Sum í spegli, sum í gátu verður í løtuni gjørd til film.
Sum í spegli, sum í gátu er 158 bls. og kostar kr. 140 í bókabúðunum.