seg í Rumenia, eiga 185 av landsdystunum. Royndasti maðurin er Christian Lamhauge Holst, sum í 1-0 sigrinum í Grikkalandi spældi fyri 45. ferð á landsliðnum. Næstroyndasti spælarin er málskjúttin í Grikkalandi [...] 157 landsdystir. Lars Olsen fer í dag at hava ábyrgdina av landsliðnum fyri 19. ferð. Myndin: Christian Lamhauge Holst, sum her sæst í 1-0 sigrinum í Pireus 14. november í fjør, hevur umboðað Føroyar 45 [...] Tað eru nítjan spælarar, sum tilsaman ikki hava so ógvuliga nógvar royndir á landsliðnum, ið fyrireika seg til stóru avbjóðingina í Rumenia klokkan 17 ídag. Samlaða dystartalið hjá føroyska ferðalagnum
onga aðrastaðni. Í dag er útróður og egning í Klaksvík meira ein viðfáningur. Vit kundu eisini nevnt Leirvík, Eiði, Toftir, Strendur, Sand - og bygdir bæði vestarlaga og sunnarlaga í Føroyum. Svikaliga [...] egning. Í einum skúri á Skála (innsetta myndin), har umstøðurnar ikki eru tær bestu, standa pensjónistar og egna línur til útróðrarbátin Falkin, sum Sjúrður Joensen eigur og rekur. Teir eru einir 6-8 í tali [...] elstu eru í seinna helmingi av áttatiárinum. Lagið er gott. Teir práta og skemta og fegnast um, at teir enn hava eitt innihald í gerandisdegum. Egnararnir fáa 140 krónur fyri hvønn stampin, og ikki minst fyri
hevur serliga áhuga fyri arbeiðinum í Fólkatinginum, og hann dylur ikki fyri, at um fólkatingsval verður útskrivað skjótt, so er hann klárur aftur. - Sum støðan er í donskum politikki, har ein minnilutastjórn [...] løgtingsval. Edmund Joensen stillaði ikki upp til seinasta løgtingsval, men hevur seinastu fýra árini verið fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin. Til løgtingsvalið í juni tapti Sambandsflokkurin sín fó [...] aðrar tankar. - Eg havi áður sagt, at tað ikki var ætlanin at stilla upp, men gjørdi samstundis greitt, at ein hurð enn var á glopp. Tað var tað, at eg stóð í stórari skuld til teir veljarar, ið stuðlaðu
náttúrligt, at pedagogfakligheitin bleiv umboðað í einum slíkum ráði, tí gongdin er, at alsamt fleiri pedagogar starvast í skúlunum, bæði sum stuðlar og nú eisini í sambandi við, at forskúlar verða settir á stovn [...] dagstovnaráðið. - Vit námsfrøðingar kunnu ikki annað enn halda, at okkara fakligheit hvørki er ynskt ella vird. Fakliga røddin hjá námsfrøðingum verður ikki hoyrd í Mentamálaráðnum, og tað eigur at vekja [...] Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, fýlist á, at enn einaferð er Fólkaskúlaráðið sett, uttan at námsfrøðiliga fakligheitin hevur fingið innivist. Bjørn Kalsø setti í gjár nýggja Fólkaskúlaráðið
starvslærararnar, sum hava námsfrøðilesandi í starvslæru gekk út 1. mars í ár, og enn er eingin nýggj avtala gjørd. Limir í Pedagogfelagnum hava sum so ikki skyldu at taka á seg arbeiði sum starvslærari [...] sáttmála, og hevur í hesi vikuni roynt at fingið í lag samráðingar við Fíggjarmálaráðið við støði í hesum uppskoti, men einki svar kom uppá fundarboðini. – Av tí at eingin sáttmáli er í løtuni um løn til [...] arbeiðið sum starvslærari, frá, at tit ikki hava skyldu til at taka hesa uppgávu á tykkum, skrivar nevndin. Avleðingin kann so vera, at námsfrøðilesandi ikki sleppa í starvslæru, og tá er útbúgvingin hótt
at taka í armin á mótstøðukvinnu. Brotskastið sendi Gintare í kassan, og so var fagnaðurin ovurstórur hjá heimaliðnum. Kyndil kom við hesum undir enn størri trýst í royndunum at vinna sær pláss í FM-finaluni [...] framvegis nummar tvey, men VÍF er nú beint í hølunum á teimum, og tær gulu hava enntá ein dyst til góðar. Tveir aðrir dystir vórðu spældir í kvinnudeildini í dag. VÍF vann á útivølli móti StÍF, soleiðis [...] hjá Kyndils-kvinnum seinnu umførini, og skal metast eftir seinastu minuttunum av dystinum í Vági, so eru tær ikki so væl fyri sálarliga, sum tær áttu at verið, nú kappinarendin av álvara nærkast. Kyndil
harvið eisini í dag, tá ið ÍF fer út um Varmakeldueið at stríðast í grannauppgerð. Ímóti grannunum í Fuglafirði gongur tað ikki altíð eftir vild hjá heimaliðnum. Síðsta dømi um hetta var í fyrsta umfarið [...] dystin á dystin í Gøtu. Í løtuni hugsa vit ikki um pláss í europeiskum fótbólti, men heldur um at syrgja fyri støðugari avrikum og úrtøku, sigur ÍF miðvallarin Karl Løkin. Bartal Eliasen er ikki tøkur, tí hann [...] umfarið, tá ið úrslitið í Sarpugerði var 2-2. -3-1 heimasigurin ímóti NSÍ var týdningarmikil fyri okkum. Bæði tí vit skulu hitta NSÍ í steypafinaluni seinni í mánaðinum, og tí úrslitið ber við sær, at vit framvegis
hetta evnið. Áhugafelagið, sum byrjaði í Havnar Bio í 1962, men ikki hevur verðið virkið síðani seinastu sýningarnar í Leikhús Bio í 1992, stendur fyri filmsúrvalinum. Í vanligu skránni hjá Havnar Bio ber [...] eitt slag av filmi, ið dregur ein áskoðaraskara til sín, sum ikki vanliga gongur í biograf. Heitið Filmsfelagið, sum ikki hevur verið brúkt í útvið fjórðingsøld, er soleiðis vorðið eitt góðskumerki. Hesa [...] hjúkla um við sýningum alt árið, og serliga í september - men altíð í felag - tí tá er filmur bestur - í felag. Filmarnir verða sýndir frá 9. til 13. septembur, í Havnar Bio.
stykki á Sandi. Men, her verða tey ikki verandi, sum dagarnir ganga, tí umstøður eru ikki til tað. Ætlanin er, at ein partur av fenaðinum sleppur at liva, men tað fer ikki at bera til at herberga øllum á [...] Týskvøldið vórðu umleið 60-70 ymiskir fuglar tiknir úr Vallalíð og fluttir í Sandoynna. Heimið við Vallalíð er bústovnur fyri minnisveik í Havn. Tá Teistin fór av Gomlurætt klokkan 21 hetta kvøldið, fór bilur [...] venda aftur til málið við øðrum greinum í dag, og vit fara eisini at siga eitt sindur um, hví júst Heimið við Vallalíð hesi árini hevur havt øll hesi kríatúr í sínum umhvørvi. - Hetta byrjaði sum ein verkætlan
n, og hann er ikki heima í løtuni. Varaborgarstjóri er Anita Joensen, og hetta er hennara fyrsta skeið í bygdarráðnum. Anita sigur, at Skálavík í ár eisini hevur fingið nýtt spælipláss í skúlagarðinum [...] hevur Skálavík, sum ein av fáu kommununum í Føroyum, framt sína spillivatnsætlan í verki og hevur fingið arbeiðið góðkent av myndugleikunum. Borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, sum er fiskimaður og skipari [...] umleið 140 íbúgvum, hevur kommunan í ár tikið eitt veruligt tak fyri at gera bygdina so snotuliga og hugnaliga sum gjørligt. EM Asfalt hevur asfalterað nógvastaðni kring um í bygdini, og arbeiðsformaðurin hjá