Egning og útróður í søguna

Nógvar kommunur eiga frálíkar egningarskúrar, sum áður vóru karmur um stórt sosialt virksemi. Í dag er hetta næstan søga.

Nógvar kommunur kring landið eiga frálíkar egningarskúrar, sum áður vóru karmur um stórt sosialt virksemi, har ungdómar og pensjónistar - lið um lið - stóðu og egndu. Í dag er hetta næstan søga.

 

Viðhefta mynd av egningaskúrum er úr Skopun, og hon er tikin fyrr í hesi vikuni. 23 frálíkir egningaskúrar, sum flestu standa tómir. Her er at kalla eingin útróður og soleiðis heldur eingin egning longur.

 

Men, hetta er ikki bara myndin úr Skopun. Soleiðis er kring meginpartin av landinum.

 

Í Fuglafirði eru egningaskúrar, ið eru so snotuligir á at líta, at teir minna mest um eitt hugnaligt eldrabýli, dygst við sjóvarmálan. Vit kundu farið kring landið, har útróður og egning áður var ein sosialur partur av gerandisdegnum.

 

Helst er Klaksvíkin besta dømi, tí her var so nógvur útróður sum onga aðrastaðni. Í dag er útróður og egning í Klaksvík meira ein viðfáningur. Vit kundu eisini nevnt Leirvík, Eiði, Toftir, Strendur, Sand - og bygdir bæði vestarlaga og sunnarlaga í Føroyum.

 

Svikaliga toska-og hýsuveiðan í fleiri ár er ivaleyst ein orsøkin, men gerandisdagurin er eisini broyttur, og fólk hava flutt seg úr útróðrarvinnuni í aðra vinnu. Eingin egning er til pensjónistar og skúlabørn, soleiðis sum áður var, og tað er bert hendinga útróðrarbátar ið loysa.

 

Onkrastaðni bragdar kortini eitt lítið sindur enn, tá ræður um egning. Í einum skúri á Skála (innsetta myndin), har umstøðurnar ikki eru tær bestu, standa pensjónistar og egna línur til útróðrarbátin Falkin, sum Sjúrður Joensen eigur og rekur.

 

Teir eru einir 6-8 í tali, og teir elstu eru í seinna helmingi av áttatiárinum. Lagið er gott. Teir práta og skemta og fegnast um, at teir enn hava eitt innihald í gerandisdegum. Egnararnir fáa 140 krónur fyri hvønn stampin, og ikki minst fyri teir gevur útróðurin hjá Falkinum degnum eitt sosialt innihald.