Nógv hendir í Skálavík

Fleiri summarhús eru bygd, vegir eru breiðkaðir og asfaltteraðir, Hotel Skálavík er latið upp, og bygdin hevur fingið nýtt spælipláss.

Fleiri summarhús eru bygd, vegir eru breiðkaðir og asfaltteraðir, Hotel Skálavík er latið upp, og bygdin hevur fingið nýtt spælipláss.

 

Hóast Skálavíkar kommuna er fáment við sínum umleið 140 íbúgvum, hevur kommunan í ár tikið eitt veruligt tak fyri at gera bygdina so snotuliga og hugnaliga sum gjørligt.

 

EM Asfalt hevur asfalterað nógvastaðni kring um í bygdini, og arbeiðsformaðurin hjá kommununi, Palli Olsen, hevur frammanundan gjørt forarbeiði, soleiðis at asfaltveitaranum ikki nýttist at gera annað enn at asfaltera.

 

Sjálvur hevur Palli sum arbeiðsformaður gjørt nógv fyri at betra um vegirnar í bygdini, og hann hevur eisini framt breiðkingar, bæði av longri og styttri vegateinum.

 

Harumframt hevur Skálavík, sum ein av fáu kommununum í Føroyum, framt sína spillivatnsætlan í verki og hevur fingið arbeiðið góðkent av myndugleikunum.

 

Borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, sum er fiskimaður og skipari, er Linjohn Christiansen, og hann er ikki heima í løtuni.

 

Varaborgarstjóri er Anita Joensen, og hetta er hennara fyrsta skeið í bygdarráðnum. Anita sigur, at Skálavík í ár eisini hevur fingið nýtt spælipláss í skúlagarðinum.

 

- Spæliplássið liggur beint upp at FIFA-sparkivøllinum, sum vit fingu fyri nøkrum árum síðan. Soleiðis kunnu tey spæla bóltspøl, sum tíma tað, meðan onnur kunnu vera á spæliplássinum. Fólk og ikki minst børnini eru sera fegin um nýggja spæliplássið.

 

Varaborgarstjórin sigur, at foreldur og onnur hava lagt nógv sjálvboðið arbeiði í spæliplássið, sum eitt nú hevur reiggjur, trampolin, rusjibreyt og annað at stytta sær stundir við.

 

Í Skálavíkar skúla ganga nøkur skúlabørn til og við 5. flokk. Tá tey eru liðug við 5. flokk, fara børnini í Sandoyar Meginskúla.

 

- Vit hava sæð, at skúlabørnini brúka spæliplássið nógv, og vit hava eisini sæð, at familjur, sum koma til Skálavíkar í summarhús, dúgliga hava verið inni á nýggja spæliplássinum, sum trivnaðarnevndin í kommununi slóðaði fyri, sigur Anita Joensen.