Royndirnar í Rumenia eru ikki so nógvar

Teir fáu, sum hava givið avboð, eiga nógv fleiri royndir enn teir flestu, sum í dag hava møguleika at royna seg í Rumenia

Tað eru nítjan spælarar, sum tilsaman ikki hava so ógvuliga nógvar royndir á landsliðnum, ið fyrireika seg til stóru avbjóðingina í Rumenia klokkan 17 ídag.

Samlaða dystartalið hjá føroyska ferðalagnum er 225. Tá ið Føroyar 14. november í 2014 vunnu 1-0 á útivølli ímóti Grikkalandi, var samlaða dystartalið hjá føroysku spælarunum undan avbjóðingini 331 ella 106 dystir fleiri, enn tað er undan dagsins avbjóðing.

Seks av spælarunum, sum nú fyrireika seg í Rumenia, eiga 185 av landsdystunum. Royndasti maðurin er Christian Lamhauge Holst, sum í 1-0 sigrinum í Grikkalandi spældi fyri 45. ferð á landsliðnum. Næstroyndasti spælarin er málskjúttin í Grikkalandi, Jóan Símun Edmundsson, sum eigur 30 landsdystir. Hinir føroyingarnir við nógvum royndum á landsliðnum, og sum eru í Rumenia, eru Jóhan Troest Davidsen (29), Atli Gregersen (26), Gunnar Nielsen (25) og Pól Jóhannus Justinussen (20) landsdystir.

Eyka málverjarnir Teitur Matras Gestsson og Tórður Thomsen hava ikki verið á landsliðnum enn. Dystartalið hjá hinum, sum ikki eiga so nógvar royndir á landsliðnum: Róaldur Jakobsen (1), René S. Joensen (2), Brandur H. Olsen, Sølvi Vatnhamar, Gilli Sørensen og Kaj Leo í Bartalsstovu (3), Klæmint A. Olsen (4), Sonni Ragnar Nattestad (5), Andreas Lava Olsen og Odmar Færø (8) og Viljormur Davidsen (11).

Teir, sum av ymsum orsøkum góvu avboð, og eiga nógvar royndir á landsliðnum: Fróði Benjaminsen (83), Jónas þór Næs (40), Arnbjørn T. Hansen (18) og Hallur Hansson (16) ella tilsaman 157 landsdystir.

Lars Olsen fer í dag at hava ábyrgdina av landsliðnum fyri 19. ferð.

 

Myndin: Christian Lamhauge Holst, sum her sæst í 1-0 sigrinum í Pireus 14. november í fjør, hevur umboðað Føroyar 45 ferðir, og hann er nógv tann royndasti maðurin í føroyska ferðalagnum í Rumenia.