Týskvøldið vórðu umleið 60-70 ymiskir fuglar tiknir úr Vallalíð og fluttir í Sandoynna. Heimið við Vallalíð er bústovnur fyri minnisveik í Havn.
Tá Teistin fór av Gomlurætt klokkan 21 hetta kvøldið, fór bilur umborð við øllum flogfenaðinum, sum seinnu árini hevur verið partur av umhvørvinum og virkseminum kring Heimið við Vallalíð.
Talan var um eitt nú høsn, dunnur og gæs av ymiskum sløgum, sum nú fyribils ganga livandi á einum stykki á Sandi. Men, her verða tey ikki verandi, sum dagarnir ganga, tí umstøður eru ikki til tað.
Ætlanin er, at ein partur av fenaðinum sleppur at liva, men tað fer ikki at bera til at herberga øllum á lívi, so nakrir fuglar verða avlívaðir. Her eru ymisk sløg av bæði hønum, dunnum og gásafuglum.
Onkur geit hevur eisini verið partur av umhvørvinum kring Heimið við Vallalíð. Tvær eru eftir enn, men hesar verða eisini tiknar av. Tað einasta, sum verður eftir á stovninum, eru tríggjar kettur.
In.fo fer at venda aftur til málið við øðrum greinum í dag, og vit fara eisini at siga eitt sindur um, hví júst Heimið við Vallalíð hesi árini hevur havt øll hesi kríatúr í sínum umhvørvi.
- Hetta byrjaði sum ein verkætlan. Vit høvdu nakrar mans við Alzheimers, ið vóru undir 67 ára aldur, og hetta var ein liður í at aktivera teir, sigur Anna Rubeksen, ið hevði ábyrgdina av verkætlanini.
Hon heldur, at hetta er ein syrgilig støða, tí fenaðurin hevur verið til stóra gleði og hevur skapt stórt uppmerksemi á heiminum, í grannalagnum, eins og nógv hava vitjað og sæð livandi umhvørvi, ið her hevur verið.
Á innsettu myndini síggja vit Onnu Rubeksen, sum hevði ábyrgdina av verkætlanini á Heiminum við Vallalíð.









