Námsfrøðin útihýst í Fólkaskúlaráðnum

Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, er ónøgdur við samansetingina av Fólkaskúlaráðnum.

Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, fýlist á, at enn einaferð er Fólkaskúlaráðið sett, uttan at námsfrøðiliga fakligheitin hevur fingið innivist.

Bjørn Kalsø setti í gjár nýggja Fólkaskúlaráðið. Skeiðið hjá farna ráðið var úti longu á vári í fjør, og Jógvan Philbrow sigur, at so seint sum í farnu viku var hann á fundi við mentamálaráðharran, har fólkaskúlaráðið bleiv umrøtt.

- Vit greiddu tá frá, at vit hildu tað vera náttúrligt, at pedagogfakligheitin bleiv umboðað í einum slíkum ráði, tí gongdin er, at alsamt fleiri pedagogar starvast í skúlunum, bæði sum stuðlar og nú eisini í sambandi við, at forskúlar verða settir á stovn, skrivar Jógvan Philbrow á heimasíðu pedagogfelagsins.

Hann sigur at Føroya Pedagogfelagið, í skrivi frá Mentamálaráðnum, hevur fingið at vita, at hvørki lærarafelagið, pedagogfelagið ella kommunurnar skuldu innstilla umboð til ráðið.

- Tí undrar tað okkum, at næstformaðurin í Lærarafelagnum hevur fingið sæti í ráðnum, meðan Pedagogfelagið ikki er so frægt sum eftirspurt um nakað sum helst, fyrr enn manningin av nýggja ráðnum bara knappliga verður almannakunngjørd, skrivar formaðurin.

Hann eftirlýsir eisini einum dagstovnaráð, ið kann hava somu funku sum Fólkaskúlaráðið, men fyri dagstovnarnar, tí fólkaskúlaráðið fyrr hevur viðgjørt mál, ið nátúrliga hoyra undir dagstovnaøkið.

- Leingi kyrraði mentamálaráðharrin okkum, ið vara av námsfrøðini, við at siga, at eitt dagstovnaráð var á gáttini. Men nú flytir hann seg burtur frá hesari gáttini, tí nú sigur mentamálaráðharrin, at dagstovnalógin má broytast, um hann skal hava heimild at stovna dagstovnaráðið.

- Vit námsfrøðingar kunnu ikki annað enn halda, at okkara fakligheit hvørki er ynskt ella vird. Fakliga røddin hjá námsfrøðingum verður ikki hoyrd í Mentamálaráðnum, og tað eigur at vekja stúran, tí tað er Mentamálaráðið, sum hevur evstu ábyrgd av økinum, skrivar Jógvan Philbrow at enda.