ÍF argar ofta í Sarpugerði

Víkingur hevur ikki avskrivað møguleikan at vinna FM fyri fyrstu ferð

Tað er einki sum eitur hjá Víkingi. Um hugsningur skal vera um at vinna FM, so er neyðugt at vinna fulla úrtøku hvørja ferð og harvið eisini í dag, tá ið ÍF fer út um Varmakeldueið at stríðast í grannauppgerð.

Ímóti grannunum í Fuglafirði gongur tað ikki altíð eftir vild hjá heimaliðnum. Síðsta dømi um hetta var í fyrsta umfarið, tá ið úrslitið í Sarpugerði var 2-2.

-3-1 heimasigurin ímóti NSÍ var týdningarmikil fyri okkum. Bæði tí vit skulu hitta NSÍ í steypafinaluni seinni í mánaðinum, og tí úrslitið ber við sær, at vit framvegis eru við í FM stríðnum. B36 er favorittur, men vit hava møguleikan ímóti teimum annan sunnudag, og um tað tá eydnast okkum at vinna, so verður munurin bara eitt stig, og B36 hevur HB, TB og AB eftir í Gundadali, og so skulu favorittarnir eisini til Klaksvíkar og Fuglafirðar. So vit halda okkum framvegis hava møguleika. Fyrsta stigið á FM leiðini er at vinna fulla úrtøku í dag, og tað fara vit at stríðast fyri, sigur Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen.

Sølvi Vatnhamar hevur sæð gula kortið fimm ferðir og er tískil leikbannaður ídag.

 

Hjá fuglfirðingum kom tað væl við fyri viku síðani at vinna fulla úrtøku ímóti EB/Streymi:

-Eftir tvey fýra mála tap var tað kærkomið at vinna 4-1 ímóti EB/Streymi. Eina løtu gjørdu vit tað vandamikið fyri okkum sjálvar, tí EB/Streymur hevði møguleikar at javna, áðrenn tað glapp hjá okkum. Nú fokusera vit á spennandi dystin á dystin í Gøtu. Í løtuni hugsa vit ikki um pláss í europeiskum fótbólti, men heldur um at syrgja fyri støðugari avrikum og úrtøku, sigur ÍF miðvallarin Karl Løkin.

Bartal Eliasen er ikki tøkur, tí hann er skaddur í fótinum. Dánjal á Lakjuni er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið burturstaddur.